www.fgks.org   »   [go: up one dir, main page]

HANDBÓKIN: 'Closed for Maintenance, Open for Voluntourism'

Page 1

CLOSED FOR MAINTENANCE OPEN FOR VOLUNTOURISM HANDBÓKIN Ein lýsing av arbeiðsgongdini til vertir í 'Closed for Maintenance' verkætlinini


YVIRLIT 1. FYRIREIKING Ein stórur partur av samskipanar arbeiðinum fer fram í góðari tíð frammanundan at tey sjálvbodnu koma til Føroya

07

2. VERKÆTLANIN VERÐUR SKIPAÐ Átakið kann veruliga gera stóran mun og skapa stórt virði fyri økini, har arbeiðið fer fram. Hetta krevur tó, at arbeiðið verður fyrireikað væl

3. SJÁLVT VIKUSKIFTIÐ Samskipan og arbeiðs uppgávur í sjálvum vikuskiftinum

15

01 14

4. AFTANÁ Felags- og lokal eftirmeting av átakinum


ENDAMÁL Endamálið við hesari handbók er lætta um arbeiðið við at fyriskipað Closed For Maintenance (CFM) runt um í Føroyum. Samskipanin inniber alt frá samstarvi við kommunur, hagastýrið og staðbundnar veitarar, til at leggja eina fíggjarætlan, skipa fyri flutningi, at bóka mat, gisting o.a. Tí er neyðugt við greiðum yvirliti og góðari fyrireiking. Verkætlanirnar eru ymiskar, og tað er ikki vist at øll punktini eru neyðug á øllum støðum, men hon kann vónandi verða eitt amboð, sum kann tryggja eina góða arbeiðsgongd og eitt gott úrslit. Eitt Excel skjal við mest týðandi punktunum fylgir við handbókini.

Hav heimsmálini í huga


Øll øki í landinum hava javnbjóðis møguleika at luttaka í CFM. Kommunur og kunningarstovur skulu senda inn uppskot til egnar verkætlanir í samband við átakið. Luttøku treytirnar eru, at kommunan ella kunningarstovan fyllir út umsóknarskjalið, ið er at finna á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands (VFI). Skjalið skal fyllast út nágreiniliga og tess betri verkætlanin er umhugsað og lýst, tess betri møguleika hevur umsøkjarin at verða partur av átakinum. Sjálvsagt hevur tað eisini týdning, at verkætlanin loysir ítøkiligar avbjóðingar m.a. har sum ábøtur eru neyðugar. VFI letur umsøkjarunum eina fasta upphædd (1000 kr. pr. sjálvbodnan luttakara um dagin) fyri kost og logi og kommunan/kunningarstovan ger síðani av, hvørjar veitarar í økinum verða brúktir til at veita mat og gisting. VFI lýsir við freistini at lata inn uppskot til verkætlanir. Tá freistin er farin, viðger VFI verkætlanirnar og ger av, hvørjar eiga at vera partur av Closed for maintenance – Open for Voluntourism.

01

UMSÓKNARGONGDIN

1. FYRIREIKING


VERKÆTLIRNAR VERÐA VALDAR ÚT EFTIR HVUSSU VÆL TÆR ERU UMHUGSAÐAR, AT HON LOYSIR EINA ÍTØKILIGA AVBJÓÐING OG AT VERKÆTLANIN ANNARS ER VÆL LØGD TIL RÆTTIS a) Finn útav hvar og hvørjar ábøtur gerast Hugsa um hvørjar ítøkiligar avbjóðingar verða loystar við júst hesum arbeiði Nýtið “Handbók um gøtubygging” sum grundarlag í fyrireikingunum. Hvat skal gerast? Hava vit neyðugu vitanina sum skal til fyri at fremja hetta arbeiðið? Um ikki, hvar kunnu vit venda okkum fyri at fáa svar? Hava vit atgongd til amboð, sum tryggja at arbeiðið kann gerast skjótt og væl? Er arbeiðsuppgávan passandi til talið av luttakarum, sum vit søkja um? Um ikki, hvussu kunnu vit so tillaga arbeiðið? Í minsta lagi 8 luttakarar skulu vera knýttir at hvørjari verkætlan. b) Fá teir røttu áhuga partarnar við CFM hevur nógvar ymiskar áhugabólkar og persónar, sum skulu hoyrast og vera við, um átakið skal eydnast. Sí nakrir av týdningarmestu áhuga pørtunum á næstu síðu.

02


ÁHUGABÓLKAR KOMMUNUR Samskifti við avvarðandi kommunu er av størsta týdningi Kommunan veitir fíggingina til alt arbeiðið, ið gjørt verður á staðnum, og tað er týdningarmikið at arbeiðið verður lagt til rættis eftir fíggingini, sum kommunan setur av Í fleiri førum er tað kommunan, ið veitir arbeiðsfólk, neyðug amboð og útgerð Kommunan fer eisini framhaldandi at vara av gøtunum/staðnum, har arbeiðið fer fram, og ongantíð betur, um CFM er partur av eini heildarætlan fyri øki, sum strekkir seg út um sjálvt vikuskiftið, tá ið arbeitt verður

ARBEIÐSLEIÐARI Skipar arbeiðið og seta fólk ígongd Hevur fakliga vitan Ger eina ætlan fyri arbeiðið í samstarvi við samskiparan og kommununa Má hava ávísan málsligan førleika, ella onkran afturat sær sum kann týða samskiftið við tey sjálvbodnu

OGNARHAGI/BØNDUR

03

Skal í ávísum førum geva loyvi til arbeiðið Kennir lendið/økið væl – kann hjálpa at eyðmerkja hvar ábøtur eru kravdar Kann eisini virka sum arbeiðsleiðari, ella luttaka í arbeiðinum


FÓLK Á STAÐNUM Tað er umráðandi at fólk, sum búgva tætt við staðið har arbeitt verður, fáa kunning um hvat fer fram. Hetta er ein fortreyt fyri at verkætlanin verður borðin fram á mál, og at tey sjálvbodnu vera væl móttikin Staðbundnir Facebook bólkar, kunningar talvur, tíðindaskriv, brøv í postkassan, almennir fundir o.a. kunnu vera góð hugskot at nýta fyri at tryggja kunningina Um fólk á staðnum hava hug at vera við í arbeiðinum, ella skipa fyri onkrum undirhaldi, so er hetta altíð sera gott Samskiparin eigur at fáa fólk í lokal økinum at verða við sum sjálvboðin.

VISIT FAROE ISLANDS Letur 1000 krónur fyri útlendskan sjálvbodnan pr døgn til mat og uppihald Letur 500 krónur fyri hvønn føroyskan sjálvbodnan pr døgn, sum ikki gistur (1000 krónur um hesi eisini gista) Veitir ráðgeving í sambandi við verkætlanirnar Kemur um neyðugt á vitjan í økinum har verkætlanin fer fram Skipar fyri førleikamennandi skeiðum innan gøtugerð o.a. Samskipar ferðina hjá teimum sjálvbodnu til og úr Føroyum Veitir skelti, steyrar til vegvísing og máling

04


SERFRØÐINGAR Arbeiðið í samband við Closed for Maintenance skal í størst møguligan mun gerast í trá við “Handbók um gøtubygging, sum kann fáast í prentaðari útgávu, ella takast niður á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands. Vit mæla til at serfrøðingar innan eitt nú landslagsarkitektur,gartnari, grótlagari ella líknandi verða knýttir at verkætlanini, í tann mun tað er neyðugt. Visit Faroe Islands hjálpir fegið við hesum.

Handbókin inniheldur eina rúgvu av myndum, sum vísa hvussu arbeiðið kann gerast í verki. Mælt verður til at brúka kunnleika á staðnum um handverk og náttúrugrundarlag.

05


06


c) Legg eina fíggjarætlan Ein væl fyrireikað og greið fíggjarætlan tryggjar at nóg mikið verður sett av til at náa málunum. Fíggjarætlanin er eitt amboð, sum kann nýtast at leggja støðið fyri hvussu nógv og hvat slag av arbeiðið kann setast í verk. Tað kann verða torført at gera eina fullfíggjaða fíggjarætlan, tí nýggjar útreiðslur kunnu stinga seg upp, tá ið lendið o.a. verður kannað nærri. Her eru tó nøkur av týdningarmestu útreiðslunum: Tilfar (grús, betong, viður o.a.) Flutningur av tilfari (í ávísum førum við tyrlu, og tá er neyðugt við góðari fyrireiking) Amboð (í ávísum førum kann vera neyðugt at leiga amboð) Lønir til arbeiðsleiðara/samskipara/hjálparfólk Undirhald/kvøldseta til tey sjálvbodnu Eitt hugskot er at arbeiðsleiðariin og samskiparin gera eina fyribils fíggjarætlan. Tað kann eisini vera onkur í kommunalu umsitingini, sum tekur sær av hesum. NB: Minst til at kanna um prísirnir eru við ella uttan MVG. Um fíggingarleistin VFI letur 1000 krónur fyri útlendskan sjálvbodnan um dagin dag til mat og uppihald (2000 krónur í alt) 500 krónur verða latnar fyri hvønn sjálvbodnan um dagin, sum ikki ynskir gisting (1000 krónur í alt) Ábyrgdin og arbeiðið at samskipa gisting, uppihald, undirhald og ferðing til og frá arbeiðstaðið í samband við arbeiðið liggur hjá kommununum.

06


2. VERKÆTLANIN VERÐUR SKIPAÐ Closed for Maintenance kann gerast eitt týðandi íkast til at skipa ferðavinnuna á staðnum. Hetta krevur tó, at arbeiðið verður fyrireikað væl, at tey sjálvbodnu eru heit og mett, at alt tilfarið er klárt, og at arbeiðsbýtið er greitt, tá ið farið verður ígongd. Um arbeiðið er væl skipað ber til at fáa sera nógv burturúr í tveir arbeiðsdagar. Hav heldur ov nógv arbeiði niður fyri enn ov lítið, tí tað er meiri enn so komið fyri, at uppgávurnar eru loystar langt áðrenn annar arbeiðsdagur er liðugur. AT SKIPA SJÁLVT ARBEIÐIÐ HANDBÓK UM GØTUBYGGING Visit Faroe Islands hevur, í samstarvi við onnur, framleitt eina handbók um gøtubygging. Handbókin er vegleiðandi og ætlað sum íblástur til tað arbeiðið, ið fer at verða gjørt. Staðbundni samskiparin syrgir fyri at arbeiðsfólk o.o. knýtt at verkætlanini fáa handbókina og nýta leistirnar úr henni í arbeiðnum. Endamálið við handbókini er at geva fólki og myndugleikum, sum hava áhuga fyri at gera og halda fjallagøtur, nøkur amboð til at skipa arbeiðið eftir, og at vísa arbeiðslag, sum kann gera sterkar gøtur, sum halda, og sum í tilfari og útsjónd samljóða við lendið. Aðalreglurnar taka støði í gomlum føroyskum siði, og royndir og arbeiðsgongdir, sum verða brúktar í grannalondum okkara, eru nýttar. Góð ráð: Hav alt tilfarið klárt í seinasta lagi ein mánað áðrenn CFM Hav alt tilfarið klárt á staðnum í seinasta lagi eina viku áðrenn CFM

07


Tilfar Tilfarið skal í so stóran mun sum til ber vera tikið úr umhvørvinum, har arbeitt verður Nýt føroyskan skerv, bøkkar, grót úr haganum o.s.fr.v. í so stóran mun sum til ber Ger ein tilfarslista við øllum tí, sum skal nýtast til at fremja arbeiðið, t.d. í samstarvi við arbeiðsformann/kvinnu Avtala hvør bíleggur tilfar Hvussu kemur tilfarið á staðið, har arbeiðið fer fram? Nær verður hetta gjørt og hvør hevur ábyrgdina? Skal nakað skerast til, ella tílíkt? Hvør, nær, hvar? Skelting og uppmerking av gøtuni Umhugsa um skelti skulu setast upp. Hvar? Og hvat tilfar skal nýtast til hetta? VFI hevur eina røð av skeltum, sum verða latin økjunum. Øll skelti eru at finna á heimasíðuni hjá VFI Sum útgangsstøðið er tað altíð eitt gott hugskot at hava eitt bygdagøtuskelti, har túrurin byrjar Í ávísum førum kann vera tørvur á vegvísarum ella ávaringar skeltum. Setið tykkum í samband við VFI, um tit hava spurningar viðvíkjandi hesum Skelti skulu bíleggjast í seinasta lagi tveir mánaðar frammanundan CFM. Bílegging fer fram á heimasíðuni hjá VFI Markera gøtuna fysiskt, t.d. við markeringsprayðið um hetta er neyðugt, fyri at tryggja skjótt og væl greitt arbeiðið Hav ein plan B Hugsa um hvørji alternativ arbeiðir, ið kunnu verða gjørd, um t.d. veðrið forðar fyri at planlagda arbeiðið kann fremjast. Talan kann vera um alt frá strandar rudding til umvælingar í bygdini.

08


Dømi um gongutúraskelti:

Dømi um boðskelti:

Møguleiki er fyri at fáa skabelónir úthandaðar soleiðis at ein kann nýta málaðar varðar í vegnum sum 'pílar' til gøtuna.

09



Ger eina skrá fyri dagarnar Móttøkan: Ein samskipari úr hvørjum øki kemur eftir teimum sjálvbodnu i Bø. Tað er eitt gott hugskot at hava eina lítla kvøldsetu ella líknandi fyri teimum, sum koma tíðliga dagin fyri CFM. Eisini er hent at hava eina printaða skrá klára á gistingar staðnum, so tey sjálvbodnu vita nær og hvar tey skulu møta komandi morgun, o.s.v. Samskipari og arbeiðsleiðari gera í samráð eina skrá fyri CFM dagarnar. Ymiskt er, hvat slag av arbeiðið fer fram á ymisku støðunum, men fylgjandi punkt eru neyðug fyri allar verkætlanirnar: Kick- off morgunmatur fyri føroysk og útlendsk sjálvboðin Kunning um staðið: Stutt um bygdina/ býin/ økið, har CFM fer fram (søga, íbúgvaratal, sereyðkenni). Kunning um arbeiðið: Hvat skal gerast? Hví er tørvur á júst hesum? Hvørjar eru uppgávurnar? Hvussu verður arbeiðið skipað? Trygd, hjartastartari, plástur, 112, gonga í brattlendi o.s.v. Praktisk kunning: Hvar er vesið, hvar ber til at vaska/turka klæði osv.

11


AT VERA VERTUR FYRI TEIM SJÁLVBODNU Gisting, matur og upplivingar VFI hevur ábyrgd av ferðing hjá teim sjálvbodnu til Føroya, og flutning til gistingarstøð runt um landið. VFI bíleggur flutning úr økjunum, tá ið arbeiðið er liðugt, og hevur hereftir ábyrgdina av teim sjálvbodnu. Samskiparin á staðnum tekur sær av at bíleggja gisting, mat, ferðing og upplivingum í sambandi við arbeiðið. Hann hevur eisini ábyrgd av øllum tí praktiska ímeðan arbeiðið fer fram. Tað upp til økini og kommununa um meira skal gerast burturúr, enn peningurin frá Visit Faroe Islands røkkur til. Í fleiri førum eru góðir møguleikar fyri at fáa stuðlar, t.d. at lata føroyskar rávørur til matna, ella at skipa fyri onkrum innslagið. Gisting og matur eigur at vera bókað í seinasta lagi 3 mánaðir áðrenn CFM. Um neyðugt er við flutningi frá gistingar staðið til arbeiðsstað, so eigur hetta somuleiðis at verða gjørt í góðari tíð. Hugsa um trygdina Hav ein fyrstu hjálpar kassa við á staðið. Hesir fáast ókeypis hjá tryggingarfeløgunum. Kunnað um trygdina undir arbeiðinum, m.a. um arbeitt verður í brattlendi ella við arbeiðstólum, ið kunnu vera vandamikil.

12


Hav heimsmálini í huga: Keyp føroyskt... Ferðafólk, sum vitja í Føroyum, ynskja at royna føroyskan mat, og hetta er ikki minst galdandi fyri ferðafólk, sum koma til Føroya at arbeiða sjálvboðið. Umhugsað í hvønn mun til ber at nýta føroyskar rávørur – frá eplum til fisk o.s.v. Kanska okkurt virkið í økinum vil stuðla við at lata fisk ella líknandi? Um avtala verður gjørd í góðari tíð við lokalu matstøðini, ið veita matin, so er møguleiki fyri at tit kunnu borðreiða við føroyskum rávørum, uttan at tað verður ov kostnaðarmikið. Rusk Tað týdningarmesta er at minka um ruski. Best er, um einnýtis borðbúnaður ikki verður nýttur, tí so er jú einki rusk. Um hetta ikki ber til, so er ber til at velja plastikk frá, við at velja borðbúnað úr lívrunnum tilfari, sum t.d. bambus ella pappír. Tað er týdningarmikið at onki rusk liggur eftir, tá ið arbeiðið er liðugt. Hetta er bæði galdandi fyri innpakking, men eisini tilfar, posar, seymir o.a. tilfar, sum nýtt verður ímeðan arbeitt verður.

13


3. SJÁLVT VIKUSKIFTIÐ Álagt er einum samskipara úr hvørjum stað at taka ímóti gestinum (í Bø) og koyra við teimum í bussinum. Í fall at fleiri bólkar koyra saman er einans neyðugt at ein samskipari er við í bussinum. Samskiparin er tøkur ímeðan arbeiðið fer fram, og tekur sær av teimum avbjóðingunum, sum kunnu stinga seg upp. Samskiparin hevur (um neyðugt) atgongd til ein bil, so hann kann koyra eftir manglandi tilfari ella líknandi, um hetta gerst neyðugt. Og flyta sjálvboðin á skaðastovuna, skuldi eitt óhapp hent. Samskiparin syrgir fyri at tey sjálvbodnu eru heit og mett og at tey hava atgongd til vesi. Samskiparin syrgir fyri drekki vørum í bussinum á veg til Havnar (sodavatn, øl, cider, og um áhugi er fyri tí – snapsur)

14


4. AFTANÁ Felags eftirmeting Skipað verður fyri felags eftirmeting, har allar verkætlanirnar eru við. Lokal eftirmeting Tað er eitt gott hugskot, at seta eina lokala eftirmeting á skrá, har samstarvsfelagar úr kommunu, hagastýri/bóndir, samskipari og arbeiðsleiðari er til staðar. Kanska okkurt ikki gekk sum ætlað? Kanska tilfar leyp av? Kanska ein ætlan skal leggjast fyri at fáa alt heilt liðugt? Tað er gott at seta tíð av til hetta.

15



Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.