www.fgks.org   »   [go: up one dir, main page]

Landbúnaðarferðavinna í Føroyum (samlað frágreiðing)

Page 1

Landbúnaðarferðavinna í Føroyum

– Ein størri føroyskur matmarknaður og upplivingar, ið knýta okkum og ferðandi at staðbundnu matmentanini 1

BÚNAÐARGRUNNURIN Inngangur 3 Tilgongd 4 Arbeiðssetningur 5 Landbúnaðarferðavinnan í Føroyum í dag 8 Samanumtøka av høvuðstilmæli 12 Heimablídni – ein serføroysk matuppliving 14 Fokusøki 1 16 Ráðgeving og netverk 16 Samskipan 16 Ráðgeving 16 Netverk 17 Fokusøki 2 20 Marknaðarføring og søla 20 Keyps- og sølumynstur í broyting 20 Sláturvirki og samvinnufelag 20 Talgilt sølutorg 21 Matmarknaðir 21 Marknaðarføring 22 Fokusøki 3 26 Fígging og stuðul 26 Fígging og stuðul 26 Arbeiðsmegi 27 Fokusøki 4 30
samstarv og nýhugsan 30
virkandi búnaðardepil 30
30
31
og vørumenning 32
34
35
36
Vitan,
Ein
Útbúgving
Samstarv
Nýhugsan
Tilvísingar
Samrøður
Spurnarkanning

Inngangur

Tann vaksandi ferðavinnan í Føroyum letur nýggjar møguleikar upp í landbúnaðinum, sonevnda „agrotourism“ ella landbúnaðarferðavinnan snýr seg í stuttum um at menna vørur og tænastur innan ferðavinnuna, ið taka støði í landbúnaðarvirksemi.

Landbúnaðarferðavinna er vorðin viðurkend sum eitt týðandi íkast til burðardyggari landbúnaðarvirksemi, tí hon víðkar um tað staðbundna virksemið og er við til at varðveita og menna siðbundna landbúnaðin við nýggjum vørum og tænastum og vinnuligum samstørvum. Royndir vísa, at landbúnaðarferðavinna hevur stóra savningarmegi fyri felagsskapin á staðnum. Somuleiðis er vinnan við til at upplýsa tey vitjandi um landbúnaðarvirksemi og hevur soleiðis leiklut sum mentanarberi av siðbundna landbúnaðinum og matmentanini.

Tá ið vit keypa staðbundnan mat beinleiðis frá føroysku framleiðarunum, gagnar tað bæði framleiðaranum, nærsamfelagnum og felags­

kensluni millum fólk. Somuleiðis gagnar tað føroyska búskapinum, at vit bæði framleiða, selja og nýta staðbundna matin í Føroyum.

Áhugin fyri føroyskum matvørum er kyknaður millum føroyingar seinastu árini. Óvissa

heimsstøðan við veðurlagskreppu, alheimsfarsótt og kríggi hevur gjørt tað greitt, at vit noyðast at fremja átøk, sum hava við sær størri sjálvbjargni innan matframleiðslu. Vit eiga tí at leggja okkum eftir at framleiða fleiri dygdargóðar føroyskar matvørur til føroyska marknaðin, og við vaksandi ferðavinnu í Føroyum er marknaðurin fyri stuttfluttum vørum vorðin munandi størri. Við áleið 100.000 ferðandi á hvørjum ári eru útlitini til burðardyggari rakstur munandi betri, enn áður. Ferðavinnan kann við øðrum orðum verða týðandi íkast at røkka málinum um størri matsjálvbjargni.

Staðbundar matvørur, har søga og uppliving eru knýtt at vøruni, eru týðandi fyri eina sterka ferðavinnu. Áhugin fyri hesum matvørum er

kyknaður sum eitt rák móti hópframleiddu vørunum frá altjóða framleiðarum. Her síggjast tær staðbundnu matvørurnar sum tað sanna og tískil partur av tí serstøku upplivingini, ið tú ikki finnur aðrastaðni.

Norðurlendska frágreiðingin ‘Nordic Food in Future Tourism’ (2022) vísir á, at eftirspurningurin frá ferðandi eftir staðbundum matvørum og upplivingum, ið knýtt eru at mentanini á staðnum, fer at vaksa komandi árini. Hetta er galdandi bæði fyri mattúrar, vitjan á gørðum, matarskeið og matmarknaðir. At verða boðin til borðs heima hjá fólki á staðnum upplivist forkunnugt og spennandi millum ferðafólk, og er í fleiri førum ein uppliving á hædd við tær, ið ferðandi fáa á nýhugsandi úrvalsmatstovum.

Harafturat vísa royndir, at samstarv millum ferðavinnu og landbúnað javnan er kelda til stóra góðsku­ og vørumenning. Besta dømi er matstovuvinnan, ið hevur skapt munandi størri eftirspurning eftir stuttfluttum vørum við góðari

3

góðsku. Eftirspurningurin eftir føroyskari ull er eisini í stóran mun grundaður á ferðavinnuna, ið soleiðis er við til at tryggja, at føroyska ullin í alsamt størri mun verður gagnnýtt.

Ferðavinnan í Føroyum er framvegis nýggj og mett verður, at nógvir ótroyttir menningarmøguleikar eru í samanrenningini millum landbúnað og ferðavinnu. Endamálið við verkætlanini er at seta ferð á hesa menning við átøkum, ið yvirskipað snúgva seg um at leggja lunnar undir eina meira samskipaða og nýskapandi landbúnaðarferðavinnu.

Umframt at vísa á møguleikar fyri at skapa størri útboð av vørum og upplivingum í landbúnaðargeiranum, er tað eisini eitt endamál við verkætlanini at bøta um sambandið millum matvøruframleiðarar og brúkarar, vinnuliga og privat, við skipanum, ið kunnu tryggja góðsku og veitingar. Málið er at stimbra føroyska matframleiðslu, so at vit fáa størri útboð av føroysk­

um matvørum, sum matstovur, heimablídni og onnur kunnu byggja sítt virksemi á.

Fleiri hava longu sæð møguleikarnar og eru farin inn í ferðavinnuna við veitingum, tænastum og vørum, ið taka støði í egnari framleiðslu. Virksemið er tó ikki samskipað, og í dag er einki skipað samstarv ella netverk á økinum, ið kann hava við sær, at menningarmøguleikarnir verða meira royndir.

Henda verkætlanin hevur til endamáls at kanna grundarlagið undir slíkum samstarvi og skipanum, ið kunnu tryggja framhaldandi menning á økinum.

Verkætlanin tekur støði í menningarætlanini hjá Visit Faroe Islands, sum ber heitið ‘At menna og varðveita um somu leið’. Høvuðsboðskapurin í menningarætlanini er, at menna ferðavinnuna í Føroyum, men samstundis varðveita og styrkja okkara mentan og náttúru. Ferðavinnan

skal síggjast sum eitt amboð, sum ger hetta møguligt. Millum annað skal arbeiðast fram ímóti at skapa tænastur kring alt landið soleiðis, at fleiri fáa ágóðan av ferðavinnuni. Í hesum sambandi vísa kanningar á møguleikarnar fyri burðardyggari samfelagsmenning í samanrenningini millum ferðavinnu og staðbundna matframleiðslu.

Frágreiðingin leggur fram ítøkilig boð upp á átøk, ið eiga at verða framd fyri at styrkja landbúnaðarferðavinnuna í Føroyum og troyta eyðsýndu menningarmøguleikarnar á økinum.

Tilgongd

Verkætlanin, ið er sett í verk av Visit Faroe Islands við stuðli úr Búnaðargrunninum, lýsir avbjóðingar og møguleikar hjá landbúnaðarferðavinnu í Føroyum og kemur við ítøkiligum tilmælum um átøk, ið kunnu virka fyri menning av hesi vinnu. Tilmælini eru evnað til í tilvísing­

4

Arbeiðssetningur

Visión:

At seta ferð á landbúnaðartænastur og ­vørur við átøkum, ið yvirskipað snúgva seg um at leggja lunnar undir eina samskipaða og nýskapandi landbúnaðarferðavinnu.

Endamál:

At menna útboð av vørum og tænastum innan landbúnaðarferðavinnu og bøta um sambandið millum matvøruframleiðarar og brúkarar (vinnuliga og privat) við skipanum, ið tryggja góðsku og veitingar. Hervið stimbra føroyska matframleiðslu, so vit fáa ein størri føroyskan matmarknað og matstovur o.a., sum í størri mun enn í dag kunnu byggja sítt virksemi á føroyskar vørur. Hervið verða føroyskar vørur eisini atkomiligari hjá føroyingum sjálvum.

Avbjóðing:

Landbúnaðartænastur og ­vørur eru í Føroyum. Tó er einki skipað samstarv ella netverk á økinum. Verkætlanin kannar tí, um grundarlag er fyri slíkum samstarvi og skipanum. Arbeiðsspurningar:

• Er grundarlag fyri at menna landbúnaðarferðavinnu í Føroyum?

• Hvørjar avbjóðingar og hvørjir møguleikar eru á økinum?

• Hvussu menna vit karmar um eina væl skipaða landbúnaðarferðavinnu í Føroyum?

• Hvussu virka vit fyri størri úrvali av vørum og tænastum innan landbúnaðarferðavinnu?

• Hvussu skapa vit nýggj netverk millum matvøruframleiðarar og brúkarar (vinnuliga og privat)

• Hvussu tryggja vit góðsku og veitingar

5
6

arbólkinum fyri verkætlanini. Tilvísingarbólkurin er mannaður av fólki úr búnaðarvinnuni og umboðum fyri Visit Faroe Islands og Búnaðargrunnin. Endamálið hjá tilvísingarbólkinum hevur verið at skapa karmarnar fyri verkætlanina og tryggja, at tilmælini umboða sjónarmiðini hjá vinnuni.

Umboðini í tilvísingarbólkinum eru:

• Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari, Visit Faroe

• Símun Gullaksen, formaður í Búnaðargrunninum

• Katrin Petersen, Grøni háskúlin

• Harriet Olafsdóttir av Gørðum, bóndi í Æðuvík

• Heidi Holm, verkætlanarfólk

Umframt regluligar fundir hevur tilvísingarbólkurin verið á arbeiðsferð í Íslandi, har limirnir numu sær vitan um, hvussu íslendskir bøndur, samognarfeløg og myndugleikar hava skipað seg í mun til landbúnaðarferðavinnu.

Fyri at tryggja, at so nógvir áhugapartar sum gjørligt fáa ognarkenslu í nýggju ætlanini fyri landbúnaðarferðavinnu, hevur verkætlanin nýtt munandi orku til fundir og kanningararbeiði, har búnaðarveitarar, ferðaleiðarar, myndugleikar og aðrir áhugapartar hava latið sítt íkast.

Ein týðandi partur av arbeiðinum hevur verið at savna vitan um royndir, ið vinnurekandi inn­

an landbúnaðin og ferðavinnu hava vunnið sær. Greiningar og niðurstøður í frágreiðingini byggja tí á kvalitativa gransking, har langar samrøður hava verið við landbúnaðarveitarar, ið hava royndir við at veita ferðavinnutænastur ella umhugsa at gera tað. Samrøðurnar eru síðan flokkaðar eftir evni fyri at fáa yvirlit yvir, hvørji øki eru afturvendandi.

Talgilt spurnaskjal um landbúnað og ferðavinnu varð sent til limir í Føroya Óðalsfelag, Bóndafelag Føroya og umvegis Facebook – bólkin Landbúnaður í Føroyum fyri at tryggja, at allir viðkomandi áhugapartar og íognarar eru hoyrdir. 113 persónar svaraðu spurnarkanningini.

Við grundarlagi í samrøðunum, spurnaskjalinum og við innliti í, hvussu grannalond okkara skipa seg í sambandi við landbúnaðarferðavinnu, er komið fram til, at ein nýggj menningarætlan fyri landbúnaðarferðavinnu eigur at byggja á fylgjandi fokusøki.

1. Ráðgeving og netverk

2. Marknaðarføring og sølu

3. Fígging og stuðul

4. Vitan, samstarv og nýhugsan

Við grundarlagi í arbeiðssetninginum og við denti á fokusøkini er orðað ein frágreiðing við ítøkiligum tilmælum og eini íverksetanarætlanum, hvussu landbúnaðarferðavinnan í Føroyum kann mennast og skipast.

7

Landbúnaðarferðavinnan í Føroyum í dag

Upprunin til landbúnaðarferðavinnu í Evropa verður vanliga knýttur at víngørðum í Suðurevropa. Hetta er tó ein vinna, sum er í stórari menning í Norðurlondum, nú upplivingarbúskapur grundaður á staðbundna framleiðslu vinnur frama millum ferðafólk og íbúgvar. Í Íslandi eru nógvir garðar, ið hava tillagað garðsvirksemið við ferðavinnutilboði. Millum annað eru dømi um garðar, ið gera part av fjósinum til matstovu ella garðhandil, har møguligt er at síggja kríatúrini samstundis, sum vitjandi hava møguleika at keypa framleiddu vøruna.

Í Føroyum hava vit eisini fleiri góð dømi um landbúnaðarferðavinnu, sum ikki eru treytað av viðurskiftum sum serstakari náttúru ella ávísum útsýni, men sum heldur byggja á tað, sum garðurin sjálvur skapar.

Her hava vit bøndur, sum brúka møguleikarnar við heimaframleiðslu og heimablídni at skapa serstakar upplivingar, sum tú ikki finnur aðrastaðni. Gongutúrar í egnum haga, geva seyði, garva seyðaskinn, frálæra innan velting, garðvitjanir, djóradagar og gisting á

garði eru bert nøkur dømi um tænastuveitingar innan ferðavinnu, sum bøndur í dag bjóða. Floksmannadagar í Fugloy er dømi um kveikjandi samstarv, har landbúnaður og matvinna samstarva um serstakt matmentanarligt tiltak, sum tryggjar og mennir føroyska siðaarvin. Eisini síggja vit nýhugsandi staðbundið samstarv sum Fjósið í Bø, har fleiri eigarar í samstarvi gera eitt gamalt neytafjós til matstovu. Somuleiðis hava bøndur, Føroya Óðalsfelag og

Bóndafelag Føroya, tikið stig til at samskipa ferðavinnutilboð í landbúnaðargeiranum við talgilda pallinum Hiking.fo.

Hetta eru bert nøkur dømi um tænastur, ið bøndur troyta, og sum gera, at teir fáa fleiri inntøkur av búnaðarvirksemi sínum. Vørur og tænastur, ið bæði ferðandi og føroyingar fáa gagn av. Summi gera hetta sjálv, meðan onnur samstarva við ferðaleiðara, ferðaskrivstovur ella aðrar búnaðarveitarar.

Hesi undangongufólk geva íblástur og vísa á, hvussu vinnan kann hepnast og mennast. Í stuttum eru tað bert hugur og hugflog, ið eru avgerandi fyri, hvat virksemi kann leggjast afturat vanliga landbúnaðarvirkseminum.

Vit skulu læra okkum at síggja teir møguleikar, vit hava. At geva seyði, at hoyggja ella at taka upp eplir kann fyri fleiri okkara tykjast sum gerandiskostur. Fyri vitjandi kann upplivingin tó hava stórt virði, har tey fáa samband við staðbundnu mentanini og sleppa at royna nakað, tey ikki sleppa aðrastaðni.

Spurnakanningin millum føroyskar landbúnaðarveitarar vísir greitt, at búnaðarveitarar uppliva vaksandi áhugan fyri búnaðarvørum og tænastum. 69,9% av luttakarunum í spurnarkanningini siga seg kenna øktan áhuga frá føroyingum fyri landbúnaðarvørum og tænastum. Fyri ferðafólk er tilsvarandi talið 22,1%, meðan 18,6% av luttakarunum søgdu, at tey kendu øktan áhuga fyri búnaðarvørum og tænastum frá matstovum og fyritøkum.

Áhugi tykist eisini at vera fyri at nøkta henda eftirspurning og víðka um búnaðarvirksemið m.a. við djórahaldi (47,8% av luttakarum í

8
Ja, frá føroyingum Veit ikki 79 svar 69,9% 7 svar 6,2% Ja, frá ferðafólki 25 svar 22,1% Nei 22 svar 19,5% Ja, frá matstovum, fyritøkum o.ø. 21 svar 18,6% Kundi tú hugsað tær at víðkað um títt virksemi innan hesi øki? Djórahald Heimablídni 54 svar 47,8% 28 svar 24,8% Túrar Ynski ikki at víðka um virksemi 53 svar 46,9% 21 svar 18,6% Matvørumenning Gisting 39 svar 34,5% 14 svar 12,4% Grønmetisframleiðsla Annað 28 svar 24,8% 9 svar 8% 9
Hevur tú upplivað øktan áhuga fyri landbúnaðarvørum og tænastum seinastu árini?

// Mann kann gott taka pengar fyri at lata fólk velta. Mann skal venda myndini. Tú lærir tey t.d. at hoyggja upp á ein gamlan føroyskan máta. Tú lærir tey um føroyska siðvenju og inkluderar tey í einum felagsskapi. Tey gjalda fyri at hjálpa tær. Tað er er eitt upplivilsi fyri tey.“

(bóndi 30-40 ár)

spurnakanningini), túrum (46,9%), matvørumenning (34,5%), grønmetisframleiðslu (24,8%), heimablídni (24,8%) og gisting (12,4%).

Munandi avbjóðingar eru tó, ið hava neiliga ávirkan á virkisfýsni í vinnuni. Millum avbjóðingarnar, sum veitarar kenna í sambandi við at økja og menna matframleiðslu, eru fígging og stuðul (50,4%), arbeiðsorka (35,4%), amboð og útgerð (30,1%) og marknaðarføring og søla (25,7%). Í mun til at bjóða eina ferðavinnutænastu eru fremstu avbjóðingarnar arbeiðsorka (34,5%), marknaðarføring og søla (23,9%), fígging og stuðul (22,1%) og ráðgeving (21,2%).

Afturat hesum er málið um gongd í haga ein afturvendandi avbjóðing millum luttakararnar í spurnakanningini. Ógreiðu karmarnir og treytirnar fyri atgongd til náttúruna hava við sær

óhepnar støður og misskiljingar. Hetta er eitt mál í sær sjálvum og verður ikki viðgjørt í hesi verkætlan. Vísast skal tó á, at 46.9% av luttakarunum í spurnarkanningini umhugsa at víðka um virksemið við at bjóða túrar. Mett verður tí, at munandi møguleikar eru fyri menning á hesum øki, um greiðari karmar verða at virka undir.

Tað eru longu búnaðarveitarar, ið síggja samanrenningina sum ein nattúrligan part av virki í landbúnaðinum. 23.9% av luttakarunum í spurnarkanningini veita ferðavinnutænastu aftrat búnaðarvirkseminum, og 31.9% umhugsa at gera tað. Mett verður tí, at munandi møguleikar eru fyri menning á økinum, um røttu karmarnir eru til tess. Menning kemur tó ikki av sær sjálvum, men krevur politisk átøk sum skapa burðardyggar karmar, og samstarv millum allar viðkomandi partar og myndugleikar á økinum.

10

Hvat upplivir tú sum avbjóðandi í sambandi við at økja og menna tína matframleiðslu?

Hvat upplivir tú sum avbjóðandi í sambandi við at bjóða eina ferðavinnutænastu?

Annað:

• Gisting, har gestir arbeiða fyri vistir

• MICE

• Hjálpi yngru fólkunum

• Atgongd til lendi

• Framleiða føroyskt hoyggj

• Garðvitjanir

• Móttøkuhús og annað

• Annað ferðavinnuvirksemi

34,5%

Annað:

• Órógv av ferðavinnu

• Vánaligir (ótryggir) karmar, manglandi politisk mál, sum eru álítandi og áhaldandi.

• At onki alment sláturvirki er

• Slepst ikki at festikontuni í dag, so vóru vit eitt heilt annað stað!

• Festikonta

• Størsta problemið er kongsjørðin, ið skuldi verið seld til hægst bjóðandi beinanveg

• Tað almenna steinsvevur. Har eru ongi starvsfólk í almennu umsitingini, og tí skilja tey als ikki, hvat ið er neyðugt at gera. Prís fyri vørur og so fara bøndur at framleiða ­ ongan prís­ongin framleiðsla!!

Fígging og stuðul Lendisætlan 57 svar 50,4% 24 svar 21,2% Arbeiðsorku Ráðgeving 40 svar 35,4% 19 svar 16,8% Amboð og útgerð Løggilding 34 svar 30,1% 18 svar 15,9% Marknaðarføring og søla Ongin avbjóðing Annað 29 svar 25,7% 18 svar 15,9% 7 svar 6,2%
Arbeiðsorka Ráðgeving 39 svar
24 svar 21,2% Marknaðarføring og søla Lendisætlan 27 svar 23,9% 26 svar 14,2% Ongin avbjóðing Samferðsla 26 svar 23% 14 svar 12,4% Fígging og stuðul Amboð og útgerð Annað 25 svar 22,1% 11 svar 9,7% 16 svar 14,2%

// Ferðavinnan er tað, sum ger, at eg kann liva sum bóndi (bóndi 30-40 ár)

Landbúnaður og ferðavinna: tørvur á nýggjum kørmum

Seinastu nógvu árini hava skiftandi landsstýri sett sær sum mál at styrkja landbúnaðin. Til dømis varð ásett í samgonguskjalinum í 1998, at Ferð eftir ferð hevur verið staðfest, at tørvur er á at orða ein langtíðar landbúnaðarpolitikk og fremja átøk innan økið, ið skapa tryggari karmar fyri virksemið, og eina miðvísa ætlan, ið flytur siðbundna landbúnaðin í Føroyum fram á leið. Hesi seinnu árini hevur størri áherðsla verið løgd á víðkað framleiðslugrundarlag við t.d. grønmetisframleiðslu.

Samstundis kunnu vit staðfesta, at lítið er hent á økinum. Allir partar tykjast samdir um, at landbúnaðurin hevur verið niðurraðfestur í Føroyum í nógv áratíggju við tí úrsliti, at økið í dag er afturúrsiglt. Samrøðurnar og kanningarnar, sum eru grundarlag undir hesi frágreiðing, hava staðfest, at gjøllari endurskoðan av háttinum, vit hava skipað okkum á landbúnaðarøkinum, veruliga er neyðug – tað veri seg viðvíkjandi stuðli, ráðgeving, royndarvirksemi, fígging, eftirliti, umsiting og undirvísing/førleikamenning. Eisini er tørvur á at hyggja at ognarviðurskiftum, festiskipanini og øðrum grundleggjandi táttum í landbúnaðinum, sum í dag kunnu vera forðing fyri framburði.

Tørvur er snøgt sagt á at broyta gamlar skipanir, at umleggja nakað av virkseminum, sum

er í dag, og at endurhugsa alt økið í síni heild. Samstundis er greitt, at tað er neyðugt at raðfesta økið við munandi hægri játtan og fleiri starvsfólkum, skulu munadyggar umskipanir setast í verk. Við øðrum orðum er tørvur á eini umfatandi landbúnaðarumskipan í Føroyum.

Eisini tá ið vit tosa um víðkaða og betri skipaða landbúnaðarferðavinnu, er tørvur á bygnaðarligum broytingum. Tørvur er á vitan við øðrvísi ella víðkaðum sjónarringi, so m.a. søla, tænasta og vørumenning verða partur av førleikamenningini innan landbúnaðin. Tørvur er á stuðulsella lániskipanum, ið lata upp fyri øðrvísi fíggingarmøguleikum, ið kunnu vera við til at víðka um verandi virkisgrundarlag hjá jarðareigarum, t.d. við tilboðum innan landbúnaðarferðavinnu og/ella grønmetisvelting. Tørvur er eisini á ráðgeving og vegleiðing á økinum, einum sterkari landbúnaðardepli, ið savnar vitan, royndir og gransking á økinum, og sum kann vera við til at lyfta einstøku veitararnar og harvið allan landbúnaðin í Føroyum á eitt hægri, meiri vinnuligt støði.

Ferðavinnan er ein nýggjur møguleiki fyri landbúnaðin at víðka um sítt vinnuliga grundarlag; ein møguleiki til burturav at kunna liva av tí, jørðin kastar av sær. Ferðavinnan er ein slíkur møguleiki, tí hon skapar størri og øðrvísi eftirspurning eftir stuttfluttum góðskuvørum, hon skapar ein munandi størri nærmarknað og harvið betri grundarlag fyri at víðka um søluna.

Eitt nú er ikki óhugsandi í dag, at vit innan stutt áramál kunnu vera meira sjálvbjargin við valdum grønmetissløgum. Tað krevur tó miðvísa ætlan og skipanir, ið stuðla eini tilgongd at røkka einum slíkum máli.

Landbúnaðarferðavinnan er ein møguleiki, eisini um ongin umskipan verður framd, men vilja vit seta ferð á, og vilja vit, at ferðavinnan verður brúkt sum amboð ella drívmegi til at fáa broytingina at henda skjótari, so er tørvur á, at vit seta miðvístari inn við bygnaðarbroytingum, hægri játtan og fleiri starvsfólkum.

Samanumtøka av høvuðstilmæli

Frágreiðingin setir sjóneykuna á 4 ymisk fokusøki, ið hvørt í sínum lagi hava fleiri ymisk tilmæli ella átøk, ið eiga at vera sett í verk fyri at stuðla menningini av sterkari landbúnaðarferðavinnu í Føroyum. Ein stórur partur av tilmælunum er ikki kostnaðarmikil at seta í verk, og við lutfalsliga lítið av tilfeingi hevði borið til at komið langt fram á leið.

Vilja vit menna landbúnaðarferðavinnuna og brúka hana sum eitt virkið amboð til at lyfta landbúnaðin og ferðavinnuna í Føroyum á eitt hægri stig við fleiri vørum og tænastum og meiria professionellum netverki, so er tað eitt avgerandi fyrsta stig at tryggja, at hesi tilmæli verða sett í verk.

12

// Vælskipað landbúnaðarferðavinna kann gera, at vit fáa fleiri, sum gerast sjálvstøðug vinnurekandi, og fara at virða seg og sína jørð.“ (dulnevndur, spurnakanning)

Veltan í Sandoynni, Grøni Háskúlin og Búnaðarstovan hava skipað eitt samstarv og hava fingið játtað stuðul til at seta ein veltingarráðgeva í starv, ið fær uppgávuna at menna grønmetisvelting í Føroyum. Viðkomandi verður settur í starv á Búnaðarstovuni, men arbeiðsstaðurin er fyrst og fremst hjá Veltuni í Sandoynni. Um Grøni Háskúlin eisini fer til verka aftur á sama staði, so verður hetta eitt nýtt spennandi íverksetanarumhvørvi, ið kemur at arbeiða miðvíst við førleikamenning, virðisøking og burðardyggari framleiðslu innan landbúnaðin.

Mælt verður til, at ein ráðgevi innan landbúnaðarferðavinnu eisini verður settur í starv. Leisturin sum verður brúktur til at seta grønmetisráðgevan kann brúkast sum íblástur og soleiðis kann starvssetanin vera grundað á skipað samstarv millum Búnaðarstovuna, Búnaðargrunnin, Visit Faroe Islands og Veltuna. Formliga verður ráðgevin settur í starv hjá Búnaðarstovuni (ella Visit Faroe Islands), men fer at samstarva tætt við nýskapaða íverksetaraumhvørvi í Sandoynni. Ráðgevin innan landbúnaðarferðavinnu verður settur til at seta í verk tey tilmæli, ið hendan frágreiðingin vísir á.

Við at savna hesi ymisku virkisøkini verður mett, at hetta kann gerast eitt sterkt, nýskapandi íverksetanarumhvørvi. Starvsfólkini verða ymisk, og útgangsstøði fyri teirra virksemi er ymiskt, men felagsnevnarin er førleikamenning, nýskapan og burðardygg matmentan. Mett verður, at hetta kann gerast ein sterkur kveikingardepil, ið samstundis er ein samanrenning millum landbúnað, førleikamenning og ferðavinnu. Ein samanrenning, sum kann byggja brýr og styrkja bæði landbúnaðin og ferðavinnuna.

Mælt verður til at landið fíggjar hetta virksemið við árligari játtan til Búnaðarstovuna á 1,5 mió. kr. Ein leistur er at skipa hetta sum tíðaravmarkaða setan á t.d. 2 ár og hareftir eftirmeta verkætlanina og taka avgerð, um starvið ella funktiónin eigur at halda fram.

13

Heimablídni – ein serføroysk matuppliving

Heimablídni er ein serføroysk uppliving og eitt gott dømi um væleydnað samstarv millum ferðavinnuna og landbúnaðin, har Bóndafelagið, Útoyggjafelagið, Ferðavinnufelagið og Visit Faroe Islands í felag hava ment eitt hugtak til frama fyri allar partar. Endamálið var at gera tað lættari hjá búnaðarveitarum uttan fyri miðstaðarøkið at borðreiða fyri ferðafólkum í privata húsarhaldinum uttan at vera fevnd av krøvum um matstovuloyvi, løggilding v.m.

Yvirskipað kann sigast, at maturin skal verða virkaður í privata køkinum og etin í hølum, sum nattúrliga eru knýtt at køkinum, t.d í stovuni.

Heimablídni er á mangan hátt ein nýskapandi máti at fáa eitt tættari samband millum veitara og keypara. Henda tænastan byggir á føroyskt gestablídni við framleiðslu undir ábyrgd, sum skapar grundarlag fyri autentiskum upplivingum, ið knýta vert og vitjandi saman á serligan hátt. Soleiðis er hetta eisini ein einastandandi møguleiki fyri at menna eina sterkari landbúnaðarferðavinnu.

Við einum vaksandi marknaði av heimaframleiðandi búnaðarveitarum og veitarum við

Heimablídni kann sigast, at føroyingar hava tikið hesar møguleikar til sín. Í spurnakanningini svara 28 luttakarar (24,8%), at tey kundu hugsað sær at víðkað sítt búnaðarvirksemi við heimablídni. Mett verður, at tað í løtuni eru á leið 28 heimablídniveitarar. Um rætt verður borið at, kann samlaða talið av Heimablídni veitarum tí tvífaldast komandi árini.

Hóast leiðbeining er at finna á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, bendir nógv á, at fólk hava ivamál um, hvat tey kunnu og ikki kunnu í sambandi við heimablídni. Hesin ivin kemur møguliga eisini sum úrslit av, at áhugin og møguleikin fyri heimablídni hevur kveikt hugskot í sambandi við aðrar veitingar, m.a. at selja matpakkar til ferðandi ella kafelíknandi tænastuveitingar, ið ikki falla undir heimablídni. Hesar tænastur krevja løggilding.

Matvøruframleiðsla, tvs. hagreiðing, tilgerð og útbjóðing, krevur løggilding frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Millum luttakarar tykist løggilding tó, í nógvum førum, ov møtumikil at fara í holt við. Mett verður tí, at nógv falla frá, ið annars høvdu ynskt at veitt eina tænastu. Ein vanligur tanki er, at ein ídnaðarkøkur skal gerast. Soleiðis er tó ikki altíð sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tað er tí umráðandi, at slíkar misskiljingar og ivamál fáa greitt svar. Sum ein almennur stovnur kann Heilsufrøðiliga Starvsstovan vegleiða um lóggávuna á økinum, men tey kunnu ikki veita beinleiðis ráðgeving.

Hetta ger, at veitarar aftra seg við at gera íløgu, tí óvissan, um íløgan førir til ein góðkendan løggildan køk, er ov stór. Mælt verður tí til at hyggja nærri at møguleikanum at fáa neyva ráðgeving innan økið, soleiðis at búnaðarveitarar síggja løggilding sum ein møguleika, heldur enn eina forðing. Millum annað kundi verið hugt nærri at møguleikanum fyri, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan víðkar sítt virksemi til eisini at ráðgeva innan løggilding v.m.

14

Løggilding tryggjar tó ikki, at tey, ið viðgera matin, hava neyðugan kunnleika til mathandfaran. Hetta er sambært matstovuvinnuni og matvøruhandlum ein andsøgn. Eingi krøv um mathandfaran verða sett tí vaksandi heimaframleiðsluni og heimablídni, meðan strong krøv verða sett matstovum og kokkum, har ein triðingur av útbúgvingini er um mathandfaran. Hvussu virða vit møguleikan fyri heimaframleiðslu og heimablídni, meðan vit samstundis tryggja, at vit taka atlit til góðskutrygging við kunnleika um mathandfaran? Tað er alneyðugt fyri framtíðar menningina av vinnuni, at vit eisini hava løggild virki at handfara landbúnaðarúrdráttirnar. Hvussu hetta fæst at bera til, samstundis sum atlit verður tikið til við Heimaframleiðsluskipanina og Heimablídni, má greinast nærri.

Grannalond okkara øvunda føroysku skipanina, ið ger tað møguligt hjá smærri framleiðarum sjálvi at haggreiða og góðska egnar rávørur. Hesin møguleikin er tí nakað, vit skulu fegnast um. Tó eiga vit áhaldandi at virka fyri betri góðskutrygd við at bjóða skeið og ráðgeving innan økið. Tað er eyðsæð, at landið, sum eina íløgu í hesa vinnugreinina, átti at bjóðað t.d. førleikagevandi kvøldskúlaskeið/vikuskiftisskeið innan mathandfaring, sum fevna um alla virðisketuna.

// Tað var tað, at tað var møguleiki fyri heimablídni, at vit fóru í holt við hetta. Tað var eitt ískoyti og tað merktist. Tað gjørdi so stóran mun (bóndi 40-50 ár)

15

Ráðgeving og netverk

Samskipan

Royndir at sameina landbúnað og ferðavinnu eru enn fáar í tali í Føroyum, og tær hava heldur ikki nógv ár á baki. Økið er ikki samskipað og í løtuni er ongin myndugleiki ella felag, sum beinleiðis hevur ábyrgd av at skipa og menna landbúnaðarferðavinnuna.

Tað er týdningarmikið at landbúnaðarferðavinnan er kjølfest í landbúnaðinum, og at teir leikarar, sum í dag virka á økinum, myndugleikar, felagsskapir og fyritøkur, innan bæði ferðavinnuna og landbúnaðin, eru við í tilgongdini at menna økið. Til tess at tryggja samstarv, samskipan og felags ognarskap í verkætlanini, verður tí mælt til, at ein ráðgevandi nevnd verður sett við umboðum úr landbúnaðinum og ferðavinnuni. Uppgávan hjá bólkinum er at tryggja, at verkætlanin fær neyðuga flogið, tað veri seg við at stuðla valdum menningarátøkum, aktivera egið netverk og stuðla verkætlanini við síni vitan og førleikum. Uppgávan hjá nevndnini er yvirskipað at tryggja, at tilmæli og ætlanir, sum verða stungnar út í kortið eisini

verða settar í verk. Umboðini luttaka í nevndini sum partur av sínum starvi/umboðan.

Ráðgeving

Ymiskar ráðgevingarskipanir eru tøkar innan ferðavinnumenning, ið búnaðarveitarar kunnu gagnnýta.

Visit Faroe Islands veitir vegleiðing í sambandi við íverksetan av nýggjum ferðavinnuverkætlanum. Felagið hevur yvirlit yvir komandi verkætlanir í Føroyum og hevur eisini metingar av, hvørji rák kunnu eyðkenna ferðavinnuna komandi árini. Visit Faroe Islands hevur tó ikki starvsfólk, sum burturav arbeiða við landbúnaðarferðavinnu. Ráðgevingin verður tí yvirskipað, og ongin er, ið tryggjar støðuga menning av landbúnaðarferðavinnuni í Føroyum.

Kunningarstovur kunnu eisini nýtast til at leita sær ráðgeving, men tað er ymiskt, hvørja ráðgeving kunningarstovurnar kunnu veita. Hugskotið í Havn og Íverksetarahúsið í Klaksvík veita ráðgeving innan byrjandi virksemi og kunnu vísa á víðari ráðgeving innan serøki.

Nógv bendir á, at tørvur er á at gera tað greiðari, hvar búnaðarveitarar kunnu venda sær, nú landbúnaðarferðavinna verður lýst sum ein møguligur vinnuvegur hjá landbúnaðinum.

Mælt verður til, at seta á stovn eina ráðgevandi deild við samskipara at taka sær av at menna og skipa karmar fyri landbúnaðarferðavinnu í Føroyum. Tað er Búnaðarstovan sum hevur ábyrgd av at menna landbúnaðin, meðan Visit Faroe Islands hevur ábyrgd av ferðavinnumenningini í Føroyum. Saman við avvarandi aðalráðum eiga hesir stovnar tí at byrja eina felags tilgongd við tí endamáli at seta á stovn eina eind at umsita landbúnaðarferðavinnu í Føroyum (sí høvðustilmæli á s.12­13)

Ráðgevingin innan landbúnaðarferðavinnu hevur sum høvuðsuppgávu at fremja strategisku málini, sum verða sett fyri landbúnaðarferðavinnu komandi árini. Ráðgevingin skal eisini vera eitt natúrligt savningarstað fyri veitarar í

FOKUSØKI 1 16

// Tað er akkurát tað, sum manglar. Ein ráðgeving til bøndur, sum sigur, hvat man kann og hvat krevst.

(bóndi 40-50 ár)

vinnuni, har tey kunnu fáa vegleiðing, hvussu tey byrja ella menna virksemi sítt. Umframt at veita dagliga vegleiðing til veitarar í vinnuni og menna kunningartilfar innan vinnuna, skal ráðgevingin regluliga skipa fyri verkstovum og skeiðum fyri at styrkja førleikamenningina í vinnuni.Hon skal millum annað skipa verkstovur, ið nema við avbjóðingar í sambandi við at veita ferðavinnutænastu og vørumenning.

Netverk

At vera í einum netverki saman við øðrum, ið virka innan sama øki, hevur alstóran týdning í sambandi við hugskots­, vitanarmenning og trivnað. Áhugi er eisini fyri hesum millum búnaðarveitarar í Føroyum, har 46% av teimum, ið svaraðu spurnarkanningini, ynskja at gerast partur av einum netverki innan landbúnað og landbúnaðarferðavinnu, hvørs endamál er menning og vitanardeiling innan vinnuna.

Eitt av høvuðsmálunum hjá ráðgevingini verður at stovna eitt netverk við veitarum innan landbúnaðarferðavinnuna í Føroyum, sum mynda ein felagsskap við vitanardeiling og menning. Nevndu verkstovur verða pallurin, har felagsskapurin hittist.

Visjónin við netverkinum er at skapa ein felagsskap, har vit saman skapa nýggj virði á burðardyggum grundarlagi til frama fyri landbúnað og ferðavinnu. Við netverkinum verður eisini møguligt at skipa fyri námsferðum uttanlands og styttri temakvøldum í Føroyum. Hvat meira ynskist av hesum netverki, verður í samráði við búnaðarveitaranar í netverkinum.

17

// At geva møguleikan fyri, at fólk sum hava eitt hugskot kunnu seta seg við eitt borð og tosa við ein, sum veit hvat mann kann gera. Ein sum hevur erfaring innan ferðavinnu, sum veit hvat kundar vilja hava. T.d. prísáseting, MVG, vertsskap, roknskap, marknaðarføring.

(bóndi 40-50 ár)

18

1. Ráðgeving við samskipara innan landbúnaðarferðavinnu verður sett á stovn at taka sær av at menna og skipa karmar fyri vinnuna í Føroyum.

2. Íverksetanarskeiðið „Nýskapan í ferðavinnuni: við serligum denti á landbúnað, matvøru- menning og ferðavinnutænastu“ verður boðið út.

3. Stovnað verður eitt netverk av veitarum innan landbúnaðarferðavinnuna í Føroyum við vitanardeiling og menning sum endamáli. Mentorar verða knýttir at netverkinum.

4. Hugtakið heimablídni skal styrkjast. Endamálið er at tvífalda talið av heimablídni – veitarum innan 2028.

2023 2024 2024 2025 Átak Nær 19

Marknaðarføring og søla

Keyps- og sølumynstur í broyting

Tey óformellu sosialu bondini hava altíð verið sterk í Føroyum, tá tað hevur snúð seg um at selja staðbundnar búnaðarvørur. Kjøt hevur verið givið sum samsýning fyri tænastu, og kundar ganga í arv millum ættarlið. Keyps­ og sølumynstur eru tó í broyting. Við urbaniseringini verður skapt ein vaksandi býarmentan, og harvið ein samfelagsbólkur, ið ikki hevur eins góða atgongd og vitan um føroyska búnaðarmentan og matvørur. Tey troyta tí vanliga tað úrval, ið finst í matvøruhandlunum, sum í stóran mun telur altjóða matvørur heldur enn staðbundnu vørurnar.

Matvøruhandlar selja staðbundnar búnaðarmatvørur. Gistingarhús keypa føroyskar rávørur og somuleiðis matstovurnar. Felags fyri hesi er tó, at tað er avbjóðandi, at veitarar av búnaðarmatvørum eru so smáir og ótryggleiki er í vørunøgd og framleiðslugóðsku. Søla av heimaframleiddum matvørum krevur eisini skipaðar umstøður í matvøruhandlum, tá heimaframleiddar matvørur og løggildar matvørur ikki kunnu liggja saman. Sláturvirki og samvinnufelag

Urbaniseringin upplivist eisini millum búnaðarveitarar, ið hava ilt við at fáa nýggjar kundar, tá gomlu kundanir falla frá. Ynskini frá kundunum eru eisini broytt. Har tað fyrr var vanligt, at kundanir komu eftir heilum krovum, er nú vaksandi ynski millum kundar at fáa sundurlimað krov við serligum ynski um, hvat skal verða turt, ræst ella feskt. Hetta leggur størri trýst á arbeiðsbyrðu og goymslumøguleikar hjá búnaðarveitarum, ið ofta ikki hava møguleikar at goyma vøruna, og soleiðis ikki kunnu deila søluna yvir árið við tí úrslit, at nógvur matur ikki verður gagnnýttur.

Hóast føroyskir bøndur fegnast um møguleikan at selja heimaframleiddar matvørur, er tað tó eitt afturvendandi ynski frá vinnuni, bæði frá bóndum og matvøruhandlum, at eitt sláturvirki verður sett á stovn. Eitt sláturvirki hevði virkað fyri, at framleiðarar kundu sloppið av við alla rávøruna á einum stað og lætt um arbeiðsbyruna hjá bóndum. Harvið hevði eisini verið størri møguleiki fyri at gagnnýtt tað tilfeingið, sum í dag fer fyri skeyti. Matvøruhandlar o.o. høvdu fingið ein løggildan samstarvsfelaga við framleiðsutrygd, og lættari hevði verið at skipa søluna í matvøruhandlunum.

Við einum sláturvirki óttast summir búnaðarveitarar at missa møguleikan at fáa sítt egna kjøt aftur. Tað eru tó dømi um virkandi sláturhús m.a. í Íslandi, har bøndur bert nýta sláturhúsið til sláturs fyri síðan at fá slaktið við sær aftur til víðari viðgerð. Mett verður, at tað skal vera pláss fyri bæði teimum, ið ynskja at sleppa av við alt á einum sláturhúsi og soleiðis ikki skulu hugsa um hagreiðing, framleiðslu og sølu, og hinum ið ynskja at vera partur av allari virðisketuni, og sum síggja virði í, sjálv at slátra, hagreiða, viðgera og selja.

Í sambandi við slátur ella sølu er tað ikki óvanligt millum smærri búnaðarveitarar í grannalondum okkara at virka í einum samvinnufelag fyri at fáa betur samskipan av búnaðarvørunum. Heldur tykist tað sum ein natúrligur partur av virkinum hjá smærri framleiðarum. Mett verður, at eitt samvinnufelag millum búnaðarveitarar og eitt sláturhús

FOKUSØKI 2 20

// Eg haldi tað hevði verið gott, um mann kundi fingið eitt yvirlit yvir t.d. Suðuroynna, har selja tey hetta og hatta. Hvat selja tey so á Sandoynni – fáa eitt yvirlit yvir matvørurnar. (bóndi 60-70) ár

høvdu lætt munandi um arbeiðsbyrðuna hjá búnaðarveitarum, samstundis sum hetta hevði havt við sær størri góðsku­ og matvørutrygd.

Altjóða handilssáttmálar gera tað ikki lætt hjá búnaðarveitarum, ið skulu kappast við tær innfluttu vørurnar, ið fáa munandi meira stuðul enn tær føroysku og tí vanliga eru bíligari at keypa enn føroysku vørurnar. Betur prísur fæst ístaðin við at selja beinleiðis til kundan heldur enn til sláturvirkið, eitt samvinnufelag ella gjøgnum matvøruhandilar. Tí selja bøndur í flestu førum beinleiðis til húsarhaldini heldur enn gjøgnum matvøruhandlar, tá matvøruhandlarnir skulu hava part av søluni. Soleiðis tillagast vanarnar hjá føroyingum eisini eftir tí útboði, ið er at finna í handlunum, ið mynda innfluttar útlendskar heldur enn tær staðbundnu vørurnar. Ein stórur partur av søluni av staðbundnu búnaðarmatvørunum fer í staðin fram á privatum Facebook síðum, har tað er lætt og ómakaleyst hjá bóndum at gera eitt uppslag við tí, tey hava at selja. Nógv tíð og orka verður tó løgd í samskifti í sambandi við útkoyring ella avheintan. Henda óskipaða sølan ger eisini, at nógv matframleiðsla og søla ikki verður skrásett.

Einki yvirlit er tí yvir framleiðarar og hvørjar matvørur teir selja. Vantandi skráseting av matframleiðarum í búnaðarvinnuni er ein avbjóðing fyri húsarhald, matstovuvinnuna o.o., ið ynskja at keypa staðbundnar matvørur.

Talgilt sølutorg

Matkovin er ein talgildur pallur, ið hevur sum endamál at savna sølu av føroyskum búnaðarmatvørum. Hugsanin er, at kundin skal fáa lættari atkomu til búnaðarvørurnar, og at sølan fyri veitaran skal vera so ómakaleys sum til ber. Skipanin við eini savnandi netsølu av føroyskum búnaðarmatvørum er eitt frálíkt átak. Tó hevur vinnan enn ikki í nóg stóran mun tikið henda møguleika til sín.

Ein mentur talgildur pallur við savnaðari kunning um virkandi í búnaðarvinnuni í Føroyum, og við yvirliti yvir staðbundnu vørurnar, hevði verið kærkomi hjá vitjandi og herbúgvandi. Matland. is og beintfrabyli.is eru íslendsk dømi um líknandi talgildar pallar, ið savna vørur frá smærri framleiðarum á einum stað.

Matmarknaðir

Umframt nýggju møguleikarnar við talgildum sølutorgi er søla á staðbundnum matmarknaðum í menning. Marknaðir stimbra sølu og menning og virka fyri at knýta sambond millum framleiðara og kunda – bæði vinnuligt og privat. Her fáa føroyingar og ferðandi møguleika at sansa, smakka, síggja og lukta matvørurnar. Samstundis sum virkandi í vinnuni fáa høvi at víðka um sín kundaskara, skapa marknaðirnir samanhald í vinnuni og stimbra menning av staðbundum matvørum.

Matmarknaðir hava jaligar ringvirkningar á nærumhvørvið, tá teir stuðla staðbundnari framleiðslu og birta lív og forvitni á staðnum. Tað er her, leikluturin hjá framleiðarunum er serliga týðandi. Tí tað eru tey, ið framleiða okkaru matvørur, ið hava vitanina innan hagreiðing og knýta okkum tættari at tí staðbundnu føroysku matmentanini.

Ein serlig gleði hómast á fólki, tá ið borðreitt verður við osti av Trøllanesi, grønkáli frá Veltuni á Sandi, mairót úr Dímun osfr. Aðrar føroyskar

21

búnaðarvørur, ið síggjast á marknaðum, eru m.a. dunnuegg, kjøtpylsa, gásalivurpostei, malið neytakjøt, høsnaregg, rullupylsa, persilla o.a., ið sjónligger tað margfeldi av føroyskum matvørum, ið ber til at framleiða í Føroyum.

Marknaðarføring

Ongin skipað marknaðarføring er av búnaðarvørunum og landbúnaðarferðavinnuni í Føroyum, og virkandi í vinnuni síggja hetta sum eina munandi avbjóðing. Í spurnarkanningini, verkætlanin hevur gjørt, síggja vit millum annað hesi úrslit í sambandi við marknaðarføring:

• 24% nevna, at marknaðarføring og søla eru ein avbjóðing í samband við at bjóða ferðavinnutænastu.

• 26% nevna, at marknaðarføring og søla er ein avbjóðing í samband við at økja og menna matframleiðsluna.

• 46% ynskja at gerast partur av einum átaki, ið savnar landbúnaðarvørur og tænastur í sambandi við sølu og marknaðarføring.

Greitt er, at ein munandi partur av búnaðarvinnuni fegin vil gerast partur av einum átaki í sambandi við marknaðarføring og sølu. Mett verður, at ein samlað marknaðarføringarætlan fyri landbúnaðarferðavinnuna í Føroyum eigur

at verða gjørd. Marknaðarføringarætlanin eigur at verða tvíbýtt soleiðis, at dentur verður lagdur á yvirskipaða marknaðarføring av samlaðu vinnuni í Føroyum, samstundis sum einstøku veitararnir eisini fáa stuðul og vegleiðing í at marknaðarføra sítt virksemi.

Yvirskipað kann vinnan verða marknaðarførd undir felags búmerki. Líknandi dømi úr Føroyum, sum hava roynst væl, eru m.a. „Salmon from the Faroe Islands“, har føroyska alivinnan marknaðarførdi seg saman. Uttanlands kenna vit íslenska icelandiclamb.is, har bøndur hava samskipað seg fyri at virðisøkja og savna søluna av íslendskum seyðakjøti. Somuleiðis íslenska búmerkið beintfrabyli. Garðarnir hava egnan samleika, men hava samstundis eisini eitt savnandi felagsbúmerki, ið ger tað sjónligt, at vøran er íslendsk og „beint av garði“.

Tilgongdin at gera serstakt merki fyri føroysku landbúnaðarvinnuna eigur at hava uppruna í búnaðarnetverkinum. Soleiðis verður tryggja, at veitarar kenna seg aftur í virðunum, ið verða løgd í merkið. Við felags samleika er lætt hjá landbúnaðarvinnuni at marknaðarføra seg við egnum talgildum palli og á sosialum miðlum.

Natúrligt er, at brandið verður knýtt at búnaðarnetverkinum, og at tað sostatt verða limir í búnaðarnetverkinum, sum verða marknaðarførdir gjøgnum hesar miðlar. Við at knýta

búnaðarnetverkið at brandinum kann samleikin ætlandi við tíðini vinna sær pláss sum góðskumerki.

Við serstøkum verkstovum og ráðgeving menna veitarar innan búnaðarferðavinnuna førleikar sínar innan marknaðarføring og sølu. Dentur verður lagdur á sosialar miðlar sum amboð innan marknaðarføring, tí hetta er bíligasti og munabesti pallurin hjá veitarum at samskifta við kundar sínar. Í sambandi við sølu eiga búnaðarveitarar at fáa sær talgildan pall við savnaðari kunning og sølu av vørum og tænastum sínum.

Partur av búnaðarnetverkinum kann vera at seta á stovn ambassadørskipan innan landbúnaðar­ og matferðavinnu. Ambassadørar eru fyrimyndir innanhýsis í netverkinum, har teir virka sum mentorar fyri íverksetarar. Fyri samfelagið sum heild eru ambassadørarnir ímyndin av vinnuni, har teir við sínum virksemi ávirka myndugleikar og birta áhugan fyri landbúnaðarferðavinnu og staðbundnum vørum millum íbúgvar.

22
23
24

1. Søla av staðbundnum matvørum skal mennast og samskipast, m.a. matmarknaðir og núverandi talgildu sølutorg.

2. Sett verður í verk umboðsfólkaskipan fyri landbúnaðar- og matferðavinnu.

3. Marknaðarføringarætlan verður gjørd við tí endamáli at skapa felags búmerki fyri føroyskar landbúnaðarvørur. Búmerki skal samstundis virka sum góðskumerki.

4. Marknaðarføringarætlan verður gjørd við tí endamáli at skapa felags búmerki fyri føroyskar landbúnaðarferðavinnu-

2024 2025 2026 2028 Átak Nær 25
veitarar

FOKUSØKI 3

// Tað er ræðuliga ringt at fáa fígging úr Búnaðargrunninum. Tey siga, at tað er lætt at fáa fígging, men tað er tað ikki. Tað er ræðuliga ógreitt, hvat tú kann (bóndi 30-40 ár)

Fígging og stuðul

Fígging og stuðul

Kanningin vísir, at framburðurin í føroysku búnaðarvinnuni er tarnaður av vantandi fígging og stuðli, tí bøndur síggja sum eina munandi avbjóðing í sambandi við at bjóða ferðavinnutænastu og at menna matframleiðslu.

• 22.1% av luttakarunum uppliva fígging og stuðul sum eina avbjóðing í sambandi við at bjóða ferðavinnutænastu.

• 50.4% uppliva fígging og stuðul sum eina avbjóðing í sambandi við at økja og menna sína matframleiðslu.

Búnaðargrunnurin er sambært lóg stovnaður við endamáli at veita stuðul og lán til landbúnaðin og at fíggja kostnaðin av at reka jarðarumsitingina. Umframt hetta umsitur grunnurin fígging av festikontu og felags festipulju. Grunnurin veitir harafturat stuðul til gran­

skingarverkætlanir, ið kunnu vera viðvirkandi til menning av føroyska landbúnaðinum. Grunnurin veitir m.a. festarum og øðrum lán ella stuðul til nýskapandi tiltøk og verkætlanir, sum kunnu vera við til at menna vinnumøguleikarnar innan landbúnaðin.

Búnaðargrunnurin hevur bert heimild at veita fígging og stuðul sambært lógarásetingum. Tíverri tykjast fleiri búnaðarveitarar at hava trupult at skilja og góðtaka lógarásetingarnar, sum grunnurin virkar eftir. Hetta førir til frustratión millum umsøkjarar, ið hava kenslu av, at tey ikki fáa ta fígging ella stuðul, ið krevst til nútímans rakstur og menning í landbúnaðinum.

Skal Búnaðargrunnurin veita fígging og stuðul til annað virksemi enn hann ger í dag, má hetta grundarlag broytast við løgtingslóg.

Búnaðarveitarar skulu hava greiðari karmar at virka undir. Tað skal vera lætt at fáa greiðu á krøvunum til fígging, stuðul og eitt samlað

yvirlit yvir hesar skipanir. Sum nú er, verður nakað av stuðli umsitið av Búnaðargrunninum, meðan aðrar stuðulsskipanir verða umsitnar av Búnaðarstovuni. Hví Búnaðargrunnurin og Búnaðarstovan virka sum tvær sjálvstøðugar eindir heldur enn at vera ein samlað eind – og virka sum ein depil fyri landbúnaðin – er nakað, ið bøndur, ið verkætlanin hevur tosað við, undrast á.

Hyggja vit til grannalond okkara, veita vinnufremjandi myndugleikar stuðul til menning. Í Noreg er hetta Innovationnorway.no. sum letur íverksetanarstuðul til ráðgeving, marknaðarføring, produktmenning o.a.

Vinnuframi í Føroyum er stovnur, ið hevur sum endamál at veita fíggjarligan stuðul til nýskapandi vinnuligar verkætlanir, sum skapa eitt meira fjøltáttað og burðardygt vinnulív. Tó er ivasamt, um føroyska landbúnaðarferðavinnan regluliga kann fáa munandi stuðul úr skipanini.

26

// Og vit kundu heldur ikki fáa fígging til fjósið. Jú, til køst, rættir, seyðahús og velting, men har stendur einki til menning (bóndi 60-70 ár)

Aðrir møguleikar eru Hugskotið og Íverksetarahúsið, ið veita ráðgeving í sambandi við íverksetan og vørumenning. Her er tó ikki talan um beinleiðis fíggjarligan stuðul, men heldur ókeypis vinnuráðgeving innan ymisk øki.

Arbeiðsmegi

Hóast landbúnaðarvinnan, eins og restin av samfelagnum, hevur ment seg við tøkniligu menningini seinastu árini, er vinnan tó framvegis nógv merkt av starvsfólkakrevjandi arbeiðsgongdum og kropsligum arbeiði. Hetta kann tykjast sum ein andsøgn, tá hugsað verður um, at flestir búnaðaveitarar hava eitt hjástarv afturat sínum búnaðarvirksemi. Hjástarvið setur mark fyri, hvussu nógva tíð og arbeiðsorku bøndur hava til at menna landbúnaðarvirksemi – herundir landbúnaðarferðavinnu og matframleiðslu.

• 34.5% uppliva arbeiðsorku sum eina avbjóðing í sambandi við at bjóða eina

ferðavinnutænastu

• 35.4% uppliva arbeiðsorku sum eina avbjóðing í sambandi við at økja og menna matframleiðslu.

Ongar serligar almennar stuðulsskipanir eru, ið hava til endamáls at styðja upp undir arbeiðsmegina í landbúnaðinum, tó at landbúnaður í Føroyum í flestu førum ikki virkar á vinnuligum grundarlagi. Vinnan byggir í stóran mun á sjálvbodna arbeiðsmegi, sum fær samsýning í matvørum heldur enn í reiðum peningi. Í so máta minnir búnaðarvinnan um aðrar áhugavinnur, har samsýning ikki er tilelving til luttøku.

Vaksandi undirtøka er fyri „workaway“­skipanum, har ferðandi ynskja at uppliva nærumhvørvið og luttaka við m.a. sjálvbodnum arbeiði. Sum samsýning fyri sjálvbodna arbeiðið fáa gestir vanliga tilboð um gisting og uppihald á garðinum. Hendan skipan er tó, sum nú er, einans møgulig fyri norðurlendingar, tí ann­

ars skal søkjast um arbeiðsloyvi. Nordjobb er líknandi skipan, sum eggjar norðurlendingum til at royna árstíðarbundið arbeiði í øðrum norðurlandi.

Hóast tað finnast møguleikar at fáa árstíðarbundna arbeiðsmegi frá ferðafólki, er hetta ikki nakað, ið landbúnaðarvinnan ger gagn av. Møguliga er ein orsøk, at tað er ov tíðarkrevjandi í mun til vinningin. Tó kann ikki avvísast, at vantandi vitan og ráðgeving um skipanir ger, at landbúnaðarvinnan ikki eru varug við møguleikan at fáa hjálp frá ferðandi.

Ófullkomin ráðgeving í mun fígging og arbeiðsmegi tykist vera ein munandi avbjóðing hjá búnaðarveitarum. Hvør stovnur eigur at átaka sær leiklutin at ráðgeva føroyskum bóndum um fíggjarviðurskiftini og stuðulsskipanirnar, er ein politisk avgerð.

27

// Hjá okkum knæbøndrum er fíggjarliga orkan nógv darvað av óvanligum prísvøkstri innan fóður og líknandi til djórahald, og tískil kundi ein „start-up“ stuðul heilt vist skundað undir, at man kom betri frá byrjan við landbúnaðarferðavinnu (dulnevndur, spurnarkanning)

28

1. Búnaðargrunnurin skal hava greiðari mannagongdir í sambandi við fígging og stuðul.

2. Kannast skal hvørt Búnaðargrunnurin kann fáa víðari heimild at lata lán og stuðul til nútímans landbúnaðarvirksemi.

2024 2024 Átak Nær 29

Vitan, samstarv og nýhugsan

Verandi samgonga hevur sett sær sum mál at gera nýggjan landbúnaðarpolitikk við tí endamáli at økja um matframleiðslu og menna landbúnaðin í Føroyum, og soleiðis skapa grundarlag fyri, at landbúnaðurin verður eitt týðandi íkast til samfelagsbúskapin. Tilgongdin at orða nýggja landbúnaðarpolitikkin er byrjað, og ætlandi verða úrslitini løgd fram í 2023.

til menning av landbúnaðinum. Búnaðarfólk síggja Búnaðartovuna fyrst og fremst sum ein fyrisitingarstovn heldur enn eina kveikjandi royndarstøð við ráðgeving fyri búnaðarvinnuna.

Útbúgving

Ein virkandi búnaðardepil

Tann áhaldandi menningin av landbúnaðinum eigur natúrliga at koma frá Búnaðarstovuni, hvørs visjón er, at „Búnaðarstovan eigur tí at virka sum drívmegin innan menning av landbúnaði í Føroyum. Ein leiklutur, sum fleiri búnaðarfólk ikki meta, at stovnurin í dag hevur møguleika at røkja til fullnar.

Fyri at kunna virka fyri aðalmáli sínum má Búnaðarstovan fáa politiska raðfesting. Verandi játtan er munalítil, og tí verður ov lítil orka eftir

Skulu vit sum samfelag eggja til meira menning innan matarframleiðslu, skal Búnaðarstovan hava politiskan stuðul til at fara slóðbrótandi til verka og kunna virka sum ein miðsavnandi depil fyri búnaðarveitarar. Eitt kveikjandi savningarstað, ið hevur møguleika fyri at leiða búnaðarvinnuna fram á leið.

Búnaðarstovan skal somuleðis eggja til samstarv við aðrar viðkomandi myndugleikar í Føroyum. Útlendskar kanningar vísa á, at stórir møguleikar eru fyri menning í samanrenningini millum ymiskar vinnur og myndugleikar. Vísast kann m.a. til líknandi samstarv í ’Bornholms Fødevare klynge’ og ‘Food & Bio Cluster Denmark’, har samstarv millum vinnu og myndugleikar virkar fyri menning av landbúnaði, matframleiðslu og vørumenning.

Søguliga sæst tætt knýti millum menningina av landbúnaðinum í Føroyum og útbúgvingarstøði hjá búnaðarfólkum. MBM varð stovnað í 1977 av framfýsnum bóndum, sum skipaðu lutafelagið fyri mjólkaframleiðarar. Íverksetarnar vóru í stóran mun bøndur, sum høvdu nomið sær útbúgving á búnaðarskúla uttanlands. At nema sær útbúgving innan landbúnað uttanlands var um hesa tíðina heilt vanligt millum búnaðarfólk.

Tíverri tykist tað ikki longur vanligt millum tey, ið ynskja at varða av landbúnaðinum, at fáa sær útbúgving innan økið. Ein møgulig frágreiðing kann vera, at útlitini fyri vinnuligum virksemi ella atgongd til jørð er tvørrandi.

Útbúgvingarmøguleikar og atgongd til førleikamenning hjá búnaðarfólki í Føroyum eru ógvuliga avmarkað. Búnaðarstovan bjóðar eitt landbúnaðarskeið í sambandi við festiskifti. Men ábyrgdarøkini eru nógv, og starvinum verður

FOKUSØKI 4 30

// Búnaðarstovan var sett á stovn fyri at ganga slóðbrótandi leið og gera verkætlanir. Fyrr komu teir út við einum ordiligum bóklingi. Ein niðurtýndur stovnur, at tað er akkurát til viðlíkahald og lønir. Fyri at fólk skulu brúka stovnin, so skal tað umskipast (…). Tað skuldi verið ein Búnaðardepil (bóndi 30-40 ár)

víst lítil virðing við teimum fáu krøvunum, ið eru í dag í sambandi við at taka við einum festi. Fyri at fremja menning innan landbúnaðin og matframleiðsluna í Føroyum er neyðugt at raðfesta eina nýggja útbúgvingarskipan, samskipað av Búnaðarstovuni. Ein møguleiki kundi verið at farið undir at fyrireika eina grundútbúgving í landbúnaði í samstarvi við Grøna Háskúlan, Veltuna og Miðnámsskúlan í Vestmanna. Tryggjast skal eisini, at lesandi kveikjast til og fáa møguleika at taka víðari serútbúgving uttanlands frá norðurlendskum útbúgvingarstovnum.

Samstarv

Endamálið við landbúnaðinum má fyrst og fremst vera at framleiða mat til føroyingar. Umstøðurnar til framleiðslu av eplum og grønmeti eru til staðar í Føroyum. Skulu vit sum samfelag menna okkara grønmetisframleiðslu munandi, er tó týdningarmikið við útbúgving og vitanardeiling.

Grøni Háskúlin arbeiðir fram ímóti at bjóða skeið í mattilfeingi, grøði, sjálvbjargni, matlist, nátturu og burðardyggari náttúrunýtslu. Skúlin roynir soleiðis at skapa samanrenning innan matlist, føroyska rávøruframleiðslu og náttúrutilfeingi. Samstarv

31

millum Búnaðarstovuna og Grøna Háskúlan um útbúgving innan grønmetisvelting og grønmetisráðgeving tykist tí sjálvsagt.

Búnaðarstovan samstarvar longu við Miðnám í Vestmanna um undirvísing í landbúnaði til tilfeingisbreytina. Møguleikin at víðka hetta samstarvið eigur at kannast. Tekniski Skúlin í Klaksvík hevur eina deild fyri útbúgvingar innan matvøruøkið, har fólk m.a. læra professionella handfaring av matvørum. Tí eigur TSK eisini at verða tikin við í samstarvið.

Nýhugsan og vørumenning

Kveikjandi samstarv er javnan upprunin til nýhugsandi frambrot. Í einum lítlum samfelagi sum okkara, har sosialu frástøðurnar eru stuttar, henda hesi samstørv ofta av sær sjálvum uttan hjálp ella stuðul frá triðjaparti. Avbjóðingin er tó, at samstørvini í flestu førum hava grundarlag í sama sosiala ella landafrøðiliga umhvørvi, har áhugapartarnir natúrliga hittast.

Tí er týdningarmikið at skapa karmar, har møguligir nýggir samstarvsfelagar kunnu hittast at knýta bond, har sosialar ella landafrøðiligar umstøður ikki eru fremsta treyt fyri samstarvi.

Fyri at tryggja áhaldandi menning av føroyskari matframleiðslu er týdningarmikið, at nýhugsandi samstørv verða framd millum búnaðarveitarar og matstovuvinnu. Tíðarandin er, at vit í størstan mun ynskja at nýta staðbundnar matvørur – bæði við hús og á matstovu. Úrvalið av nærframleiddum matvørum er tó avbjóðandi í Føroyum, og tá mugu nýggj samstørv stovnast, sum kunnu menna og fremja hesa framleiðslu. Hugsað verður, at talan er um formlig samstørv millum matstovuvinnu og búnaðarvinnu, men eisini beinleiðis millum búnaðarveitarar.

Ein árlig matarstevna millum búnaðarveitarar og matstovuvinnu, ið gevur framleiðarum møguleika at vísa sínar vørur fram fyri møguligum nýggjum kundum, eigur at skipast. Málið við hesi stevnu er, at búnaðarvinnan, matstovuvinnan og granskingarstovnar fáa høvi at finna saman í nýggj samstørv, ið víðka um verandi framleiðslu – bæði við nýggjum rávørum og víðari góðsking av matvørum. Møguleikin fyri at virka í einum kveikjandi „food lab“ umhvørvi hevði kunnað eggjað kokkar og onnur serkøn til at virka meira fyri nýhugsandi tilvirkan av føroysku rávørunum.

Við áhaldandi gransking innan føroyskar matvørur eiga vit at menna nýggjar servørur í Føroyum, so at søla av virkaðum staðbundnum matvørum kann gerast munandi vinnuvirksemi,

har staðbundnir gloypubitar verða seldir sum nissjuvøra til føroyingar og ferðandi. Hetta er ein møguleiki hjá veitarum, tí eitt nú pylsur, ostar, súltutoy og annað kann nýtast til máltíðir, seldar á garðinum, sum veiting til hotell og matstovur, og eisini sum tinganest hjá ferðafólkum at taka heim við sær.

Í stuttum skal førleikamenning í vinnuni tryggjast; somuleiðis er tað umráðandi, at einstakir persónar, leikfólk, hava møguleikan at læra seg, hvussu ein kann gerast meira sjálvbjargin við mati. Frálæra um bæði siðbundna og nýhugsandi matframleiðslu og matgerð eigur at verða atkomulig hjá almenninginum. Umframt at gera einstaka húskið meira sjálvsveitandi byggir hetta samvinnu millum vinnurekandi búnaðarveitarar og frítíðarframleiðarar. Saman skulu vit virka fyri einum matframleiðandi Føroyum til gagn fyri vinnu, mentan og gerandisdagin hjá íbúgvum landsins.

32

1. Samstarv skal skipast millum Búnaðarstovuna og Veltuna við ráðgeving til búnaðarveitarar innan velting.

2. Opnar verkstovur og skeiðsvirksemi innan siðbundna og nýhugsandi matgerð o.a. til vinnuliga og privata framleiðslu við tí endamáli at varðveita og menna føroyska matmentan.

3. Tættari norðurlendskt samstarv

4. Gransking, vitanardeiling og tilfar skal mennast eftir føroyskum viðurskiftum.

5. Skipast skal fyri samstarvi og matarstevnu millum búnaðarveitarar, matstovuvinnu o.o

6. Búnaðarstovan skal hava heimild til at tryggja menning og støðuga tænastu til landbúnaðin í Føroyum og m.a. virka sum royndarstøð.

2023 2024 2024 2026 2025 2025 Átak Nær 33

Tilvísingar

Klynge­til­klynge samarbejde i Nordatlantens fødevare­ og turismebranche; vejen til øget økonomisk aktivitet på det yderste skær, NORA, 2023

Nordic Food in Future Tourism, Nordisk Ministerråd, 2022

Bæredygtig Madturisme – Norden viser vejen, Zealand, Udarbejdet med støtte fra Nordisk Ministerråd, 2020

Selvforsyning af fødevarer i fem nordiske øsamfund, Bornholm, Færøerne, Grønland, Island og Åland, Nordisk Ministerråd, 2022

Lokale fødevarer som udgangspunkt for bæredygtig turisme, Oxford Research, 2020

Belysning af de konkurrencemæssige vilkår, som færøsk landbrug er konfronteret med fra importerede landbrugs­ og fødevarer, særlig

fra overføringsstøttet produktion i EU og EØS –Mads Randbøll Wolff, 2016

Ecological Entrepreneurship: Sustainable Development in Local Communitites through Quality Food Production and Local Branding. Terry Marsden & Everard Smith, Geoforum, 2005

• Landbruk (innovasjonnorge.no)

• www.matis.is

• www.beintfrabyli.is

• www.matland.is

• The Small Scale Food Producers Association (SFPA) | SSFM

• English | Norðlenska (nordlenska.is)

• Home – Icelandic Lamb

• About Us – Íslenski Ferðaklasinn (icelandtourism.is)

• Fødevareklyngeprojekt | Bornholms Landbrug & Fødevarer (blf.dk)

• Ydelseskatalog_16062016.indd (gaarden.nu)

• Forsíða | Matarauður Íslands (mataraudur. is)

• About Austurbrú | Austurbrú – East Iceland – Austurland (austurbru.is)

• Farm Stay Holidays and Adventures in Scotland from Go Rural | Go­Rural (goruralscotland.com)

• Velkommen til Gladmat – Norges største matfestival!

• REKO, Local Foods Sales and Distribution model | Interreg Europe – Sharing solutions for better policy

• Home – Farmlike

• The Small Scale Food Producers Association (SFPA) | SSFM

• Hallormsstaðaskóli – Forsíða (hskolinn.is)

• Food & Bio Cluster Denmark (foodbiocluster.dk)

• Hjem – Islandske grøntsager (islenskt.is)

• Samtök fyrirtækja í landbúnaði (safl.is)

34

Samrøður

Grundarlagið undir tilmælunum eru samrøður og fundir, ið á ymsan hátt eru knýtt at landbúnaðarferðavinnuni, umframt luttøku í verkstovum og framløgur.

• Signabøgarður, Dorthea Joensen, Signabø

• Bøndur á Mýrini, Anna og Óli Rubeksen, Velbastað

• Niðristovugarðurin í Gerðunum, Guðrun Eilersdóttir, Hvalvík

• Harriet Olafsdóttir av Gørðum, bóndi í Æðuvík

• Varmakeldugarður, Bára Joensen, Norðragøtu

• Tummas Frank Joensen, Skúgvoy

• Joan Hansen, bóndi á Tvøroyri

• Fjósið2023, Jenny Guttesen, Bø

• Handanargarður, Jónley Poulsen, Mykinesi

• Kirkjubøargarður, Jóannes Patursson, Kirkjubø

• Dúvugarðar, Sonja D. Nolsøe, Saksun

• Golocal, Oda Andreasen

• Heimdal Tours, Tummas Rubeksen

• Guide to Faroe Islands, Høgni Reistrup

• Jarðir / Hiking, Finn Danberg og Helga Guttesen

• Búnaðarstovan, Tróndur G. Leivsson, Jens Ivan í Gerðinum og Dorthea Joensen

• Búnaðargrunnurin, Egon Joensen og Gunnar Bjarnason

• Visit Faroe Islands, Jóhan Pauli Helgason

• Grøni Háskúlin, Katrin Petersen og Gutti Winther

• Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Malan N. Mikkelsen og Elma á Geilini Ortind

• Matkovin, Sunniva G. Mortensen

• Visit Tórshavn, Eyðvør á Dunga og Sonja Johannesen

• Visit Eysturoy, Kristina Gry Berg

• Commit, Theresa T. Kreutzmann

• Útoyggjafelagið, Olga Biskupstø

• Inova Food Lab, Janus Vang

• Útlendingastovan

• Hafnia, Anna Østerø, Høvðuskokkur

• Koks/Roks/Ræst, Hanna Skaalum Gunnarstein

• Gist&Vist, Teitur Christensen

• Fróðskaparsetur Føroya, Elisabeth Skarðhamar Olsen

• Umhvørvisstovan, Maria Gunnleivsdóttir

• Vinnuframi

• Íverksetarahúsið, Magni Thomsen

• Hugskotið, Sóley Heradóttir Hammer

• Føroya Keypsamtøka, Súsanna Poulsen

• Miklagarður, Johnny Priesse

• Miðnám í Vestmanna, Ferðaleiðaraskeið, Maud Poulsen

• Eatlocal, Jóannes Husgaard á Fløtti

• Farmlike, Mark Giller

• Austerbru, Signý Ormarsdóttir

• Visit Austerbru, Alda Marín Kristinsdóttir og Halldóra Dröfn Hafþórsdóttir

• Hey Iceland, Berglind Viktorsdóttir

• Matland.is, Tjörvi Bjarnason

• Kanningarferð í Íslandi; framløgur frá Visit Iceland, Hey Iceland, Tourism Cluster Iceland, Icelandic lamb, Joklar og 7 garðvitjanir.

• Luttøka á Búnaðarstevnuni í Klaksvík, 18 feb. 2023

• Verkstova um Burðardygt matsjálvbjargni í Føroyum, fyriskipað av Búnaðarstovuni og Umhvørvisstovuni, 15 apríl 2023

• Verkstova um landbúnaðarpolitikk og matmenning, fyriskipað av Uttanríkis­ og vinnumálaráðnum, 10 juni 2023

35

SPURNARKANNING

Spurnarkanning

Spurnarkanning send út til Bóndafelag Føroya, Óðalsfelag Føroya og facebookbólkin Landbúnaður í Føroyum.

113 svaraðu kanningini

36
46­55 30 svar 26,5% 35­45 27 svar 23,9% 56­65 23 svar 20,4% 66 ella eldri 16 svar 14,2% 26­35 14 svar 12,4% 15­25 3 svar 2,7%
90 svar 79,6% 22 svar 19,5% 1 svar 0,9% Maður Kvinna
37
1. Aldur
2. Kyn
Ynski ikki at svara

4. Hvør setningur hóskar best til tín?

Óðalsjørð 48 svar 42,5% Landsjørð 44 svar 38,9% Bæði 18 svar 15,9% Annað 3 svar 2,7% Landbúnaður er parttíðarstarv 52 svar 46% Landbúnaður er ítriv 40 svar 35,4% Landbúnaður er høvuðsstarv 19 svar 16,8% Annað 2 svar 1,8% 38
3. Hvat slag av jørð umsitur tú ella hevur atgongd til?
Ja 47 svar 50% Nei 32 svar 34% Veit ikki 15 svar 16% Landsbøndur Ja Nei Veit ikki Óðalsbøndur 64% 14% 22% 50% 16% 34%
5. Hevði tú ynskt at starvast fulla tíð innan landbúnað, um umstøðurnar loyvdu tað?
Djórahald (seyð, neyt o.a.) 110 svar 97,3% Grønmetisframleiðslu 26 svar 23% Annað 8 svar 7,1% 39
6. Hvat slag av landbúnaðarvirksemi fæst tú við?

Annað: aðra vinnu, har jørðin er grundarlag, upplivingar, garving av skinnum, seyðahald og smávegis ferðavinnu.

8. Kundi tú hugsað tær at víðkað um títt virksemi innan hesi øki?
Nei 48 svar 42,5% Nei, men eg umhugsi tað 36 svar 31,9% Ja 27 svar 23,9% Annað 2 svar 1,8% Djórahald Heimablídni 54 svar 47,8% 28 svar 24,8% Túrar Ynski ikki at víðka um virksemi 53 svar 46,9% 21 svar 18,6% Matvørumenning Gisting 39 svar 34,5% 14 svar 12,4% Grønmetisframleiðsla Annað 28 svar 24,8% 9 svar 8%
7. Fæst tú við ferðavinnutænastu aftrat landbúnaðarvirkseminum?
Landsbøndur Ja Nei Nei, men eg umhugsi tað Óðalsbøndur 34% 34% 32% 53% 15% 32%

9. Hvat upplivir tú sum avbjóðandi í sambandi við at økja og menna tína matframleiðslu?

10. Hvat upplivir tú sum avbjóðandi í sambandi við at bjóða eina ferðavinnutænastu?

Annað:

• Gisting, har gestir arbeiða fyri vistir

• MICE

• Hjálpi yngru fólkunum

• Atgongd til lendi

• Framleiða føroyskt hoyggj

• Garðvitjanir

• Móttøkuhús og annað

• Annað ferðavinnuvirksemi

Annað:

• Órógv av ferðavinnu

• Vánaligir (ótryggir) karmar, manglandi politisk mál, sum eru álítandi og áhaldandi.

• At onki alment sláturvirki er

• Slepst ikki at festikontuni í dag, so vóru vit eitt heilt annað stað!

• Festikonta

• Størsta problemið er kongsjørðin, ið skuldi verið seld til hægst bjóðandi beinanveg

• Tað almenna steinsvevur. Har eru ongi starvsfólk í almennu umsitingini, og tí skilja tey als ikki, hvat ið er neyðugt

Fígging og stuðul Lendisætlan 57 svar 50,4% 24 svar 21,2% Arbeiðsorku Ráðgeving 40 svar 35,4% 19 svar 16,8% Amboð og útgerð Løggilding 34 svar 30,1% 18 svar 15,9% Marknaðarføring og søla Ongin avbjóðing Annað 29 svar 25,7% 18 svar 15,9% 7 svar 6,2%
fyri vørur og so fara bøndur at
ongan prís­ongin framleiðsla!! Arbeiðsorka Ráðgeving 39 svar 34,5% 24 svar 21,2% Marknaðarføring og søla Lendisætlan 27 svar 23,9% 16 svar 14,2% Ongin avbjóðing Samferðsla 26 svar 23% 14 svar 12,4% Fígging og stuðul Amboð og útgerð Annað 25 svar 22,1% 11 svar 9,7% 16 svar 14,2%
at gera. Prís
framleiða

11. Hevur tú upplivað øktan áhuga fyri landbúnaðarvørum og tænastum seinastu árini?

12. Ynskir tú at gerast partur av einum átaki, ið savnar landbúnaðarvørur og tænastur í sambandi við sølu og marknaðarføring?

Ja 52 svar 46% Veit ikki 31 svar 27,4% Nei 30 svar 26,5% Ja, frá føroyingum Veit ikki 79 svar 69,9% 7 svar 6,2% Ja, frá ferðafólki 25 svar 22,1% Nei 22 svar 19,5% Ja, frá matstovum, fyritøkum o.ø. 21 svar 18,6% 42

13. Ynskir tú at gerast partur av einum netverki innan landbúnað og landbúnaðarferðavinnu, hvørs endamál er menning og vitanardeiling innan vinnuna?

Ja 52 svar 46% Nei 34 svar 30,1% Veit ikki 27 svar 23,9% 43
BÚNAÐARGRUNNURIN
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.