www.fgks.org   »   [go: up one dir, main page]

HEIM: Ferðavinnustrategi fram ímóti 2030

Page 1

Heim Ferða­vinnustrategi fram ímóti 2030


Innihaldsyvirlit

4

Føroysk ferðavinna í nýggjum skapi

6

Heim

8

Ein nýggjur kapittul

10

Breiða viðgerðin

12

Hvagar gongur leiðin?

14

Ætlan til 2030

22

Stevnumið fram ímóti 2030

24

Føroyska náttúran finnur sínar røtur aftur

34

Heima hjá Harriet Olafsdóttur: Har fortíð og nútíð renna saman

42

Veltan: Rørslan, sum hevur sett sær fyri at lívga siðbundna, føroyska kálhagan

52

Magni Blástein bygdi nýggja vinnu burtur úr gomlu siðvenjuni, at rógva út

58

Vit hitta Rannvá Poulsen, ein teirra, ið myndar føroyska ferðavinnu

64

Vit støkka inn á gólvið í Steinprenti

70

Ferðavinnan í Bø

Útgevari Visit Faroe Islands, í Gongini 9 P.O. Box 118, FO-110 Tórshavn Tel. +298 666 555 www.visitfaroeislands.com info@visitfaroeislands.com

80

At marknaðarføra Føroyar

Snið Sansir

82

Føroyar eru UN

Prent CS Grafisk A/S

84

Fakta um ferðavinnuna

Myndir Visit Faroe Islands, Thomas Høyrup Christensen – Frame & Work, Annie Spratt, Ingrid Hofstra, Klara Johannesen, Beinta á Torkilsheyggi, Thrainn Kolbeinsson, Alessio Mesiano, Mads Tolstrup, Chris Riefenberg, Daryl Scott Walker, Guilie Giordi

86

Ein ábyrgdarfull ferðavinna

88

Ferðavinnu­landslagið

© Visit Faroe Islands


Føroysk ferða­vinna í nýggjum skapi Føroysk ferðavinna hevur tikið seg nógv fram

Vit eru tjóð við gomlum siðvenjum, ið hava tvinnað

seinastu árini. Frá at hava verið eitt mestsum ókent

okkum saman ættarlið eftir ættarlið og gjørt okkum

og lítið umrøtt ferðamál, sum mangan ikki var at

til tað fólk, vit eru. Sum sannir heimsborgarar kunnu

finna á heimskortinum, eru Føroyar vorðnar serstakt

vit stolt sýna øðrum siðmenning okkara.

og hugkveikjandi land at vitja. Upplivingar, gisting og matgerðarlist eru í heimsflokki – og karm­ur um alt er

Føroyar eru heimlandið.

okkara vakra náttúra. Í hesi ferðavinnuætlan seta vit kós og mál fyri føroyska Altjóða miðlar skriva um okkara virkishug, mentan

ferðavinnumenning komandi árini. Grundar­lagið er

og siðir, framfýsnu íverksetarar okkara, sniðgevar og

túsundtals samrøður, hundraðtals fundir og frískur

tónleikarar – og lívsstílin her í Norðuratlantshavi.

íblástur frá samstarvsfeløgum okkara í altjóða høpi.

Altjóða fyritøkur, brands og filmsframleiðarar koma higar at fundast ella at nýta bergtakandi náttúru

Í sama viðfangi vilja vit varpa ljós á nøkur teirra,

okkara sær sjálvum ella kundum sínum at frama.

sum eru við til at skapa og menna ferðavinnuna saman við okkum, hvør á sín serstaka hátt. Her

So langt eru vit komin – í tættum samstarvi við

hugsa vit um eldsálir um alt landið, sum hava boðið

Føroya Landsstýri, eitt sterkt og framsøkið vinnulív

okkum heim til sín og givið okkum innlit í virksemi

og eina fjøld av heilhugaðum og dugnaligum við­

sítt. Hetta gera vit til tess at vísa, hvussu fjølbroytt

leik­arum og eldsálum kring landið alt; her hevur

føroysk ferðavinna er, men eisini til tess at menna

verið arbeitt av øllum alvi, skal sigast, og góðu,

okkum sjálv og geva øðrum hug til at koma inn í

nýskapandi hugskotini hava ikki trotið.

ferðavinnuna. Her eru ríkir møguleikar til okkum øll, sum vilja vera í samdrátti um at menna føroyska

Vit hava, stutt sagt, boðið heiminum heim til okkara.

ferðavinnu, heimlandi okkara at frama.

Men í stremban okkara eftir at menna ferðavinnuna,

Góðan lestrarhug.

verða vit altíð at hava í huga, hvørji vit eru, og hvar vit eru. Føroyar skulu ongantíð gerast okkurt hissinis

Vegna Visit Faroe Islands

ferðamál – ein pallmynd, sum vit sýna skundmiklum

4

ferðafólkum, ið steðga stutt og fara avstað aftur uttan

Johannes Jensen,

Guðrið Højgaard,

at fáa nakað veruligt burturúr.

nevndarformaður

stjóri

5


Heim Í Móðurmálsorðabókini eru mangar lýsingar av orðinum ”heim”, eitt nú ”staður, har ein býr”. Í orðtøkum, yrkingum og orðafellum kemur orðið ofta fyri: Heima er best Heim, kæra heim Heimið er har, sum hjartað er Vit sigla heim

6

7


Ein nýggjur kapittul Fjarstøða okkara á heimskortinum hevur í nógv ár

Ferðavinnan hevur eisini givið okkum óteljandi

drigið at sær ferðafólk úr øllum heraðshornum, og

nýggjar mentanarupplivingar og matstovur, sum á

ferðavinnan hevur verið javnt og samt vaksandi

nýskapandi hátt nýta føroyskt tilfeingi, og hon er

seinastu árini, soleiðis at hon nú er týðandi geiri í

drívmegi í nýskapan og menning á so mangan hátt.

føroyska ­sam­felags­­búskapinum. Nakrir føroyingar,

Ferðavinnan hevur økt til­vitskuna millum føroyingar

tað veri seg um­hvørvis­verndarfólk, bøndur ella fólk á

um egið tilfeingi og møguleikar her á landi.

smá­pláss­um halda nú, at ferðavinnan er vorðin ov stór, og seinastu árini hevur á fyrsta sinni verið talað

Spurningurin er ikki, hvørt vit skulu hava ferðavinnu

bæði fyri og ímóti ferðavinnu í Føroyum.

ella ikki. Víst standa vit í eini tvístøðu, men hon er nógv torgreiddari enn so. Vit skulu nevniliga gera av,

Vøksturin í ferðavinnuni hevur fingið fólk at hugsa, at

hvørja ferðavinnu vit vilja hava, og hvussu ferða­

óskipað ferðavinna kann elva til, at vit missa burtur

vinnan skal gagna føroyska samfelag­num.

av sjálvræði okkara, skemma náttúruna og spæla okkum av hondum sumt av tí, sum eyðkennir heim­

Hetta eru spurningar, sum vit ikki kunnu svara sjálvi.

bygdina ella heim­landið.

Teir krevja eina gjølliga viðgerð og dygt kjølfesti. Á heystið 2022 fóru vit tí undir at fáa samrøðu í lag við

Hjá Visit Faroe Islands eru vit tilvitað um hesi

fólk, feløg og fyritøkur kring landið um gongdina í

viðurskifti, sum tó javnt og samt mugu setast í mun

ferðavinnuni higartil, hvørji útlitini eru, og ikki

til teir greiðu ágóðar, vit fáa av ferðavinnuni. Ferða­

minst hvørja leið vit eiga at halda frameftir.

vinnan hevur skapað arbeiðspláss og vinnu­møgu­ leikar kring alt landið, hon hevur knýtt okkum tættari at umheiminum við nýggjum og bíligari flog­rutum.

8

9


Breiða viðgerðin Heystið 2022 og várið 2023 settu vit ymisk tiltøk í

Innsavnaða tilfarið úr talgilda postkassanum, frá

verk til tess at útvega okkum nýggjastu vitan og

kjakbólkum, fundum, samskifti og samrøðum kann

hugskot frá teimum, sum so ella so verða ávirkað av

skiftast sundur í 8 undirevni:

ella arbeiða við ferðafólki í gerandisdegnum. Inn­ savnaða tilfarið skuldi nýtast til nýggja fram­tíðar­

1.

ing­ar, sum nú eru í ferðavinnuni.

ætlan hjá Visit Faroe Islands. Millum annað fingu vit okkum ein opnan, talgildan

Lóggáva og politiskar avgerðir um tær avbjóð­

2.

Hvussu ferðafólkatalið kann javnast út á árið.

3.

Nissju- og vinnuferðavinna og møguleikarnir, hesin parturin av ferðavinnuni hevur við sær.

postkassa, so almenningurin kundi senda okkum upp­skot um, hvussu ferðavinnan kann mennast. Vit

4.

Burðardygg ferðavinna.

skipaðu eisini fyri, at uml. 150 fólk í ferðavinnuni, í

5.

Marknaðarføring og branding.

øðrum vinnugreinum og samfelagsgeirum, kundu

6.

Hvussu ferðavinnutilboð kring landið kunnu stimbrast.

koma saman í kjakbólkar at umrøða framtíðar ferða­ vinnu. Vit spurdu eisini ferðafólk, hvat tey hildu um

7.

Vitan, gransking og hagtøl.

føroyaferð sína, og talaðu við lands- og kommunu­

8.

Undirstøðukervi og flytføri.

politikarar. Hesi 8 evni eru grundarlag undir teimum átøkum, sum eru raðfest komandi árini. Fleiri evni liggja tó heilt ella fyri ein part uttan fyri ábyrgdarøki hjá Visit Faroe Islands, t.d. lóggáva, politiskar avgerðir ella undir­­støðukervi, og eru tí ikki tikin við sum ítøkilig mál í hesi heildarætlan. Tó hava øll hesi fokusøki stóran týdning, og fara vit at arbeiða miðvíst fyri, at øll øki verða tikin upp á røttum stað.

10

11


Hvagar gongur leiðin? Føroyar eru meiri enn eitt ferðamál – tær eru heim okkara

Hesin stutti setningur hevur íblástur frá viðgitna skald­

Hervið taka vit eisini táttin upp eftir menningar­

inum og umhvørvisverndarmanninum Gary Snyder, ið

ætlanina frá 2019, At menna og varðveita um somu

segði, at “náttúran er ikki eitt stað at vitja. Hon er

leið. Ein munur er tó, at nú er eingin serstøk ætlan

heimið”.

um burðar­dygd við ávísum tiltøkum, sum skulu

Málið Í 2030 hevur ferðavinnan gjørt Føroyar, heimland okkara, til eitt betri samfelag sosialt, búðskaparliga og umhvørvisliga.

fremja burðar­dygga menning. Nú er burðardygd Tað fær okkum at hugsa um tann sjálvsagda sann­

grund­hugsjónin í allari ferðavinnuætlanini og sjálv­

leika, sum mangan verður gloymdur, nevniliga at

sagdur partur av øllum virksemi okkara, eins og

Føroyar eru heimið hjá fólki, sum býr og arbeiðir her,

heimsmálini hjá ST eru tað.

og at her er plantu- og dýralív, ið summpart er so serstakt, at tað ikki er aðra­staðnis og ei heldur kann

Við hesi ætlan stinga vit eina yvirskipaða leið út í

liva aðrastaðni. Slíkt eigur at verða vart og hjúklað

kortið fyri ferðavinnuna fram ímóti 2030. Við røttu

um.

fortreytunum ber til at røkka hesum langtíðarmálum. Fyri at halda kósina, arbeiðir Visit Faroe Islands við

Hetta er kjarnan ella tað, sum gekk aftur sum høvuðs­

árligum virkisætlanum, sum taka støði í lang­tíðar­

boðskapur í mongu samrøðunum um ferða­vinnu, vit

málunum. er at tryggja, at ferðavinnan er við til at styrkja, sýna fram og varðveita heimland

høvdu í fjør og í ár, og tí er hetta eisini grundhugsanin, sum stýrir framtíðarætlan okkara.

Arbeiðssetningurin

Í dag er óvist, hvørjar karmar ferðavinnan hevur at

okkara saman við føroyingum, ferðafólki, fyritøkum og felagsskapum.

virka undir í framtíðini. Tí røkka flestu av teimum Ferðavinnan skal altíð gagna heimi, heimbygd,

ítøkiligu átøkunum í hesi ætlan bara 2-3 ár inn í

heim­býi og heimlandi okkara. Hon skal ikki gerast

framtíðina. Ætlanin er at endurvitja og dagføra

enda­mál í sjálvari sær. Vit skulu ikki slaka, gera neyð­

ferða­vinnuætlanina í 2026, tá vit seta nýggj ferða­

semjur ella broyta heimligu viður­skiftini, tí ferða­

vinnuátøk á skrá fram ímóti 2030.

vinnan skal vaksa.

12

13


Ætlan til 2030

Eitt styrkt heim

Eitt opið heim

Eitt varðveitt heim

Ferðavinnan er ein vinnugrein,

Tað liggur í ferðavinnuni, at vit

Ferðavinnan gevur høvi til at

sum kann styrkja heimstað

sýna blíðskap, eru opin, taka ímóti

varðveita og menna heimland

okkara, t.d. við at geva

gestum og lata upp fyri útheiminum.

okkara, náttúru- og mentanararvin,

einstaklingum og fyritøkum fleiri og

Tað skal gerast við virðing fyri okkara

sum er sjálv atdráttarmegin, ið ger, at

betri møguleikar at menna tilboð og

egna samleika og eftir okkara egnu

fólk vilja vitja og búgva í Føroyum.

vørur, ið byggja á føroyska mentan og

treytum, so at vit ikki missa tað, sum

samleika. Ferðavinnan skal gagna

er okkum dýrabart.

okkum sosialt og fíggjarliga, og skal brúkast sum amboð til at verja náttúruna.

14

15


Til tess at fjálga um heim okkara her í Norðuratlantshavi ætlar Visit Faroe Islands: ALT FYRI EITT ÆTLAN TIL 2030

Eitt styrkt heim Lykilorðið “heim” verður frameftir týðandi grundarlag undir øllum okkara strategisku átøkum, verkætlanum og samskifti úteftir.

at seta í verk átøk, sum menna landbúnaðarferðavinnuna. Verkætlanir verða sjósettar, ið skapa nýggjar vinnumøguleikar og ferðaupplivingar, ið taka støði í landbúnaðinum. Vit síggja fyri okkum tætt samstarv millum ferðavinnu, matframleiðslu/matstovuvinnu og landbúnað við tí endamáli at stimbra marknaðin fyri stuttfluttar vørur. at seta í verk eitt átak saman við ferðavinnufyritøkum, sum skal menna nýggjar upplivingar og/ella tiltøk uttan fyri høvuðsárstíðina, eisini á hávetri. Harvið verður lívgað um mentanarlívið, tónleikin, matstovutilboðini, listalívið, handilsvinnuna o.s.fr. Málið er, at ferðavinnan alsamt verður ein professionell vinna, sum kann virka alt árið. saman við kommunum og kunningarstovum, verður bygnaðurin í ferðavinnuni endurskoðaður, við tí fyri eyga, at fáa betri samskipan og samstarv um menningarátøk kring landið

FYRI 2024: at taka stig til og seta í verk eina verkætlan, sum hevur til endamáls at fáa fleiri dygdar­góðar sølulutir ella tinganest, sum á einhvønn hátt umboða mentan okkara, siðvenjur og søgu. at fáa netverkið ‘Vælkomin heim’ at virka. Hetta netverk er fyri fólk, sum arbeiða í ferðavinnuni, og hevur til endamáls at hækka tænastustigið. Tað snýr seg eisini um at betra samskiftið við ferðafólk, so tey hava so góðar fortreytir, sum til ber, at vísa neyðug fyrilit, tá ið tey vitja her. at menna og marknaðarføra vinnuferðavinnu við tí fyri eyga at brúka serligt fundarsnið til ráðstevnur og fundir, kallað ‘Unordinary Meetings’. Málið er, at Føroyar verða mest nýskapandi landið á hesum øki. Til ber at røkka hesum máli við at brúka náttúru og mentan okkara og knýta bond millum okkara, sum búgva her, og vinnuferðafólk.

FYRI 2025 at halda fram at menna vørur og tilboð, ið kunnu verða sett í samband við lykilorðið “heima”. Her verður hugsað um heimaframførslur, heimablídni, binding og hevdbundna frásøgu­list. at víðarimenna havferðavinnu og taka stig til hóskandi vinnuligt virksemi á hesum øki (fiskiskapur, kajakkróður, róðrarbátar, kaving o.a.). Føroyar eru umgyrdar av havi, so møguleikarnir eru nógvir.

FYRI 2026 at seta í verk landsfevnandi góðskuváttan innan føroyska ferðavinnu, ið hevur lykilorðið “heima” sum grundarlag. Góðskuváttanin skal viðurkenna heimavirkaðar vørur og staðbundnar tænastur, so at lættari verður hjá ferðafólki at taka burðardyggar avgerðir. 16

17


Visit Faroe Islands vil, at Føroyar verða eitt opið, gestablítt heim, og tað verður gjørt við: ALT FYRI EITT ÆTLAN TIL 2030

Eitt opið heim

at halda fram at fáa miðlar og myndafólk henda vegin, sum eru áhugað í at siga frá og vísa søguna um okkum, sum búgva her, okkara mentan og gerandisdag fyri á tann hátt at røkka útlendingum, sum eru áhugaðir í júst hesum. at skipa fyri marknaðarátaki í okkara grannalondum, ið hevur til endamáls at fáa ferðafólk til Føroya í lágárstíð. at seta í verk vinnuferðavinnuátak, sum leingir um vertíðina. Vinnuferðafólk verða eggjað til at steðga longur, soleiðis at tey taka nakrar eyka frídagar í Føroyum. Hetta verður gjørt við at vísa á mentanar- og ítróttar­ upplivingar í Føroyum uttan fyri háárstíð. at seta í verk nýtt átak á sosialum miðlum, sum lýsir lívið hjá fólki kring landið. Tað verður gjørt í samstarvi við ein fjølbroyttan skara av føroyingum, sum fáa høvi at fortelja um og vísa heiminum Føroyar við støði í sínum gerandisdegi.

Vit fara áhaldandi at marknaðarføra eina trúverda ímynd av Føroyum, bæði viðvíkjandi vanligari frítíðarferðavinnu og vinnuferðavinnu, og verður tað gjørt í tættum samstarvi við ferðavinnuna sum heild. Soleiðis styrkja vit støðu okkara á heimsmarknaðinum sum eitt dragandi ferðamál hjá teimum, sum elska náttúru og mentan, men eisini teimum, sum dáma at ferðast í arbeiðshøpi og vilja geva av vitan og førleikum sínum í Føroyum.

at laga “un-brandið” (unspoiled, unexplored, unbelievable) til, har dentur er lagdur á fólkið, mentanina, fjarstøðu, tað ektaða umframt náttúruna. at menna og seta í verk nýggjan “What’s on”-netpall til tess at kunna betur um mentanar­tiltøk og annað áhugavert virksemi kring landið. Netpallurin skal vera bæði ferðafólki og føroyingum til gagns. at menna eina tjóðarhagtalsskipan í samstarvi við Hagstovuna (sovnevnda Tourism Satellite Account – TSA) við reglu­ligari hagtals­innsavning um ferðavinnuna. Vit fáa nógv meiri vitan um ferðavinnuna í Føroyum, og tað verður soleiðis eitt týðandi stýriamboð frameftir.

FYRI 2024 at styrkja og menna okkara ambassadørnetverk við einum greiðum málsetningi og kørmum fyri, hvussu ráðstevnur og tiltøk leggja varandi virði í føroyska samfelagnum. Búskaparliga eins og við vitan, nýskapan og netverki. at byrja eitt marknaðarátak við Havnini sum miðdepli við áherðslu á mentanar- og tænastumøguleikarnar í býnum. at halda ferðavinnustevnu á hvørjum ári í Føroyum, har ferðavinnufyritøkur og aðrir við­komandi partar hittast til at menna samstarvið, knýta netverk, breiða út nýggja vitan um m.a. altjóða rák í ferðavinnu og burðardygga ferðavinnumenning. at leggja okkum eftir at fáa ráðstevnur higar um eitt nú lívfrøðiligt margfeldi, umhvørvis­mál og veðurlags­ broytingar, og eisini onnur stór tiltøk, sum á einhvønn hátt geva mentan okkara eitt jaligt íkast.

18

19


Til tess at varðveita heimland okkara fer Visit Faroe Islands: ALT FYRI EITT ÆTLAN TIL 2030

Eitt varðveitt heim Vit viðurkenna, at vit eiga at gera alt, vit kunnu, fyri at verja

at taka gisting og annars allar tænastur við grønari góðkenning framum, millum annað tá ið ráð­stevnur verða fyriskipaðar, og tá ið skipað verður fyri átøkum í Føroyum og uttan­lands. Hesir veitarar og tænastur verða eisini gjørd sjónligari á okkara heimasíðu. at halda fram at menna, dagføra og styrkja flaggskip okkara ’Closed for Maintenance ’ í samstarvi við kunningar­ stovur, borgarar, kommunur, fyritøkur og áhugafeløg. at geva føroyingum høvi at koma lættari til orðanna í ferðavinnumálum. Tað kann m.a. gerast við at varðveita opna, talgilda postkassan, so fólk altíð kunnu senda inn uppskot til loysnir ella siga sína hugsan.

FYRI 2024 at víðka um heildarætlanina fyri leiðbeining og kunning, so ferðafólk hava bestu fortreytir at bera seg rætt at úti í náttúruni. Hetta verður framhaldandi gjørt í samstarvi við kommunur, bøndur og viðkomandi myndug­

okkara fyrsta og fremsta ferðavinnutilfeingi: náttúruna. Okkara

leikar.

náttúra er ein av fremstu orsøkum til, at ferðafólk koma til

at taka stig til. at greiningar um náttúruvernd o.a. verða gjørdar (í samstarvi við avvarðandi myndugleikar),

landið. Vit skulu eisini hjúkla um okkara mentan og siðaarv, ið

skipa fyri ráðstevnum og/ella tiltøkum um hesi evni og við slíkum átøkum at virka fyri, at vit fáa ein tjóðgarð

ger okkum til eina serstaka tjóð í Norðuratlantshavi.

ella tveir. at gera enn fleiri hagagøtur við nýggjum gøtuverkætlanum á støðum, har nógv ferðafólk fara.

FYRI 2025 at seta í gongd eina ella fleiri royndarverkætlanir saman við Strandfaraskipum Landsins og øðrum viðkomandi pørtum við tí endamáli at fáa fleiri ferðafólk at nýta almennu sam­ferðslu­møguleikarnar, tá ið tey vitja land okkara.

FYRI 2026 at taka upp samstarv við Fróðskaparsetur Føroya og serfrøðingar um at menna eitt háttalag, ið kann geva okkum nágreiniligari vitan um tað árin, ferðavinnan hevur á náttúru, umhvørvi, samfelag og búskap. at útgreina, hvat best dámdu ferðamálini tola (carrying capacity), og við støði í tí gera tilmæli um hóskiligar avmarkingar í ferðafólkatali, og hvussu ferðafólkastreymurin kann stýrast sum best.

20

21


Stevnumið fram ímóti 2030 Umsetningur í kr.

1,5 mia. Ferðavinnan í Føroyum er lutfalsliga lítil enn, og búskaparliga burðardygg ferðavinna krevur størri umsetning, serliga uttan fyri háárstíð. Í 2030 skulu vit kunna siga, at ferðavinnan er vaksin støðugt og í javnvág við samfelagið.

Ferðafólk um flogvøllin í lágárstíð

Ferðavinnuveitarar hava ein burðardyggan politikk

50%

100%

Ein fortreyt fyri støðugum og betri ferða­

Ferðavinnan skal ganga á odda í grøna skiftinum.

vinnutænastum er, at ferðafólkatalið verður

Ferðavinnuveitarar verða eggjaðir at orða politikk

meiri javnt býtt út á árið. Nú vitja yvir 60% av

og gera mannagongdir fyri burðar­dygd skjótast

teimum útlendsku ferðafólkunum Føroyar í

gjørligt. Ein samlað føroysk ferðavinna stendur

summarhálvuni, frá mai til septembur, og minni

saman um eina felags burðardygdartilsøgn í 2030.

enn 40% vitja Føroyar frá oktobur til apríl.

Í 2030 skulu Føroyar eisini vera á norður­lendskum miðaltali í GDS burðardygdarindeksinum.

Størv í ferðavinnuni

Føroyskur ognarskapur í ferðafyritøkum

1000+

80%

Ferðavinnan fer framhaldandi at bjóða fram

Í 2030 verða tað framhaldandi føroyskar

80% At føroyingar taka undir við ferðavinnuni og

nýggj størv, til kvinnur, ungfólk, ígongdsetarar

fyritøkur, sum reka og menna føroyska

o.o. Tað skal vera gott at starvast í ferðavinnuni,

ferðavinnu. At ferðavinnan verður varðveitt á

og tað skal bera til at leggja sær spennandi og

føroyskum hondum er avgerandi fyri eina

fjølbroytta starvsleið í ferðavinnuni.

burðardygga ferðavinnu.

Tal av fólkum, ið halda, at ferða­vinnan saman­umtikið hevur jalig árin á samfelagið

meta hana vera eitt gott íkast til føroysku samfelagsmenningina er altavgerandi. Vit fara áhaldandi at taka føroyingar við upp á ráð, vit fara at kunna betur um ferðavinnuna og eggja borgarum til at gerast partur av ferðavinnuni. Hugburðurin til ferðavinnuna verður javnan kannaður.

22

23


Bjørn Patursson

Føroyska náttúran finnur sínar røtur aftur 2023 kann gerast merkisár, hvat náttúru og náttúruvernd viðvíkur. Í vár samtykti Føroya Løgting nýggja lóg um náttúru­vernd, soleiðis at avvarðandi myndugleikar av sínum eintingum kunnu taka stig til at verja náttúruna, tá ið hildið verður, at áneyðir eru fyri tí. Tað er væl hugsandi, at Koltursætlanin, sum hevur til endamáls at gera alla oynna til tjóðgarð og útisavn, er fordømi um nýggju kósina.

24

25


Í Føroyum eru mangar náttúruperlur, sum bergtaka

at lendi við serstøkum eginleikum eru minkað nógv

okkum, útlendingar sum føroyingar. Ikki man vera

seinastu 100 árini, eitt nú heiðalendi og vátlendi. Tað

skeivt at siga, at tað fyrst og fremst er náttúran, sum

síggja vit týðiliga á myndum tiknum úr luftini, sum vit

dregur ferðafólk higar til lands.

kunnu samanbera við gamlar myndir,” sigur Magnus Gaard, lívfrøðingur og stjóri á Miðnámi í Vestmanna,

Vit mugu tíverri viðurkenna, at vit ikki vita nóg mikið

har serstakur dentur verður lagdur á náttúru og

um tey skaðiligu árin á føroysku náttúruna sum heild,

tilfeingi.

sum longu eru veruleiki. Vit vita heldur ikki, hvørji lang­tíðar­árinini verða – fyri ferðavinnuna og lívið í

VANTANDI VITAN

Føroyum í breiðari merking. Magnus Gaard hevur brennandi áhuga fyri føroyskari Tað sindrið, vit vita um hesi viðurskifti, sum nú er, er

náttúru og hevur granskað, undirvíst og verið íðin

gomul vitan, ið ikki hevur verið dagførd, og harafturat

talsmaður fyri náttúruvernd. Fyrst í øldini tók hann

er henda vitan alt ov grunn.

lut í arbeiðinum at skipa ein føroyskan umhvørvis­ verndarsto­vn. Tó at ikki gekk, sum ætlað, eydnaðist

“Sannleikin er, at vit vita ov lítið um føroyska náttúru,

at fáa til vega týdningarmikla vitan um føroyska

og tað er álvarsamt í sjálvum sær. Eingin ivi er tó um,

náttúru. T.d. tók Magnus lut í arbeiðinum at gera higartil einasta listan yvir hótt plantu- og dýrasløg í Føroyum og at geva tilmæli um at verja ávís náttúru­ øki. Síðani er hvørgin listin dagførdur á nøktandi hátt. “Hetta merkir, at tey, sum royna at verja náttúru okkara, mugu arbeiða út frá 20 ára gomlum upp­lýs­ ing­um,” sigur Magnus Gaard, “og eingin ivi kann vera um, at støðan er nógv broytt hesi árini.” Hann vísir eisini á, at vit vita lítið og einki um lang­ tíðarárinið av seyðahaldi í serstøkum økjum ella lendi. Føroysk náttúra er vøkur at eygfara, men vit mugu ikki gloyma, at hon hevur í sær eina viðbrekna javn­ vág, og skeiklast hon, kann tað fáa avleiðingar langt fram í tíðina. Vátlendini eru gott dømi um tað. Tey hava tann sjáldsama eginleika at kunna draga í seg og goyma kolevni í langsamiliga tíð. Við øðrum orð­ um hava vátlendini týdning, nú ið um ræður at minka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum.

Magnus Gaard, lívfrøðingur

26

27


Sannleikin er, at vit vita ov lítið um føroyska náttúru, og tað er álvarsamt í sjálvum sær. Eingin ivi er tó um, at lendi við serstøkum eginleikum eru minkað nógv seinastu 100 árini. MAGNUS GAARD

Føroyar eru knappliga 1400 ferkilometrar, so sjálvt

dømið um slíka náttúruvernd er longu í gongd og tað

smáar umhvørvisbroytingar ella inntriv í náttúruna

avgerandi verður játtanin, landstýrisfólkið letur til

kunnu fáa stóra ávirkan og sera skaðiligar avleiðingar.

endamálið.

ER TÍÐIN NÚ KOMIN TIL NÝHUGSAN?

FØROYA FYRSTI TJÓÐGARÐUR Ætlanirnar úti í Koltri eru vónandi fyrsta stig á leiðini.

Higartil hevur verið lítil áhugi fyri hóttum plantu- og

Har í oynni, sum er 2,5 ferkilometrar til støddar, er

djórasløgum og serstøkum náttúruøkjum, sum minka

nógv tann størsta náttúruverndarætlanin í Føroyum

ella hvørva. Men nú, vit skriva 2023, bendir ymiskt á,

higartil komin væl ávegis. Tjóðsavnið fór undir hesa

at ein nýggjur hugsanarháttur vinnur fram, og at

ætlan í 2018, og snýr hon seg um at gera Koltur til

verulig stig fara at verða tikin til at verja føroysku

tjóðgarð og útisavn við einum ferðafólkadepli.

náttúr­una. Í vár var náttúruverndarlógin dagførd, soleiðis at myndugleikarnir nú hava betri amboð til

Koltur er sera væl egnað til endamálið. Koltur er

at verja umhvørvið.

næst­minsta oyggj í Føroyum, og liggur rættiliga av­ byrgd. Tí er hon eisini væl vard ímóti nýggjum plantu-

Í gomlu náttúrufriðingarlógini var heimild at friða

og dýrasløgum, og so er hon manntóm stóran part av

øki, men heimildin er bara brúkt tríggjar ferðir í 53 ár.

árinum (meiri um tað seinni).

Tá hon er brúkt, hevur tað altíð verið fyri at steðga onkrari ítøkiligari byggiætlan og ikki grundað á

Oyggin umboðar væl tað, sum annars er at finna í

náttúruvirðir, vit eru samd um at varðveita í

føroyskari náttúru. Í øðrum endanum er 477 metrar

Føroyum. Nýggja lóg­gávan gevur myndugleikunum

høgt fjall, Uppi á oyggj, væl vallað oman móti bygdini

møguleika at verja náttúruøki av sínum eintingum

øðrumegin, og hinumegin er berg. Í hinum endanum

við atliti at lívfrøðiligum margfeldi, náttúru­vakur­

á oynni er Fjallið, sum, hóast navnið, er nógv lægri. Í

leika ella øðrum viðurskiftum, sum gera, at eitt øki

ringum veðri er rættiliga harðført, og eins og í Hesti

verður mett vert at varðveita,” greiðir Magnus Gaard

gongur nógv á harúti um vetrartíð, bæði vindur, regn

frá.

og brim.

Hvønn mun henda lógarbroyting fær í veruleikanum,

Hetta er so tað fyrsta, okkum kemur til hugs við­

fáa vit nú at síggja, leggur hann afturat; men fyrsta

víkjandi náttúruviðurskiftunum í Koltri; men síðan

28

29


2019 eru fleiri hundrað sløg av plantum, fugl­um og

Verkætlanin fer helst at gerast fyrimynd fyri aðrar

ryggleysum dýrum skrásett harúti. Hetta sigur nógv

varðveitingarætlanir, og nýskapandi vinnumøgu­

um, hvussu stórt lívfrøðiliga margfeldið er í Føroyum,

leikar kunnu spyrjast burturúr. Umframt at byggja

tá farið verður at kanna. Eisini vísa hesar skrásetingar

ferðafólkadeplar, skipa fyri spennandi ferðum við

hjá Tjóðsavninum, hvussu lítið hevur verið rann­

ferðaleiðara o.a., mugu vit eisini læra at bera okkum

sakað, og hvussu nógv vit enn hava eftir at læra um

meiri ábyrgdarfult at í náttúruni,” sigur hann.

lívið í náttúru okkara. “Vitanin, vit vinna okkum úti í Koltri, kann gerast

SØGAN UM KALL, KONU OG KOLTUR

sjálvt grundarlagið undir gransking av føroyskum vist­skipanum,” greiðir Leivur Janus Hansen frá. Hann

Próvfast er, at fólk hevur búð í Koltri síðan landnáms­

er lívfrøðingur og stendur fyri Koltursætlanini hjá

øld. Fornfrøðiligar rannsóknir vísa, at bygg hevur

Tjóð­savninum.

verið velt har í 9. øld, og síðan tá hevur fólk búð í oynni. Tey gomlu húsini í Koltri eru helst tillagaðar

Leivur og starvfelagar hansara eru í holt við at gera

útgávur av víkingaaldarhúsunum, sum niður­setu­

eina uppgerð yvir alt lív í oynni. Tey festa á kort og

fólkini bygdu sær, og at varðveita hesi hús er sjálv­

eygleiða plantu- og dýralívið. Hetta er fyrsti partur

sagdur partur av Koltursverkætlanini.

av verkætlanini, sum gongur frá 2021 til 2023. Við tíðini verða bygdir ein fram­komin granskingar­depil

Men yngsta søgan um Koltur snýr seg um eini hjún

og ein ferðafólkadepil. Almenningurin fer at kunna

og, ja, ferðavinnu. Bjørn og Lükka Patursson hava nú

koma út í Koltur við ávís­um av­marking­um, og stór

búð í Koltri í ein mansaldur. Tey hava eini lítil hús,

øki skulu fáa loyvi til at liggja í friði.

sum liggja nakrar 100 metrar frá víkinga­aldar­býling­ inum.

“Møguleikarnir í Koltursætlanini eru ikki smávegis, bæði í mun til gransking og frálæru, men eisini í

Um so er, at føroyingar kunnu sigast at vera nakað

breiðari høpi. Í framtíðini fer Koltur at vera partur av

treiskir viðhvørt, sum oyggjabúgvum líkt, ja, so ber

lestrarætlanum innan skúlaverkið, og vit fara at fáa

til at siga, at Bjørn og Lükka hava lyft hendan egin­

eina betri fatan av, hvussu náttúran var her á landi

leika upp á hægri stig.

fyri landnám. Vit fara frá ástøði yvir til nakað, sum er ítøkiligt og sjónligt,” sigur Leivur Janus Hansen.

“Minnist, at eg las í bløðunum, og var tað um 1990, at seinastu fólkini vóru flutt úr Koltri, og at bygdin tískil

Sambært Magnusi Gaard kann Koltursætlanin ikki

var avtoftað. Henda nýggja støða í Koltri bleiv partur

metast nóg høgt:

av almennum kjaki um mentanararv okkara, tí greitt var longu tá, at gomlu húsini í Koltri vóru verd at

30

“Koltursætlanin fer at hava sera sterka ávirkan.

varðveita. Nú stakst upp á meg, at eg skuldi prógva,

Føroyingar eins væl og ferðafólk halda helst, at landið

at væl ber til at liva undir slíkum umstøðum,” sigur

altíð hevur sæð út, sum tað nú ger, men so man ikki

Bjørn Patursson, spurdur um, hvussu tað hugskot

hava verið, tí mannahond hevur verið á tí mesta, og tí

kyknaði upp, at hann og konan skuldu flyta út í

er mesti parturin av landinum mentanarlandslag.

Koltur, sum tey eisini gjørdu í 1994.

31


Møguleikarnir í Koltursætlanini eru ikki smávegis, bæði í mun til gransking og frálæru, men eisini í breiðari høpi. LEIVUR JANUS HANSEN

Hann var millum teirra fyrstu, sum fekk áhuga fyri

ætlanini frá fyrsta degi. Framtíðarhugsan teirra fyri

búnaðarferðavinnu, og sá hann ríku møguleikarnar

Koltur er síðan ment á ymsan hátt til ta ætlan, sum

úti í Koltri. Skrivaði tí opið bræv til myndugleikarnar,

Tjóðsavnið frá 1. januar 2015 hevur borið ábyrgd av.

har hann beyð sær til at festa oynna. Heystið 1993

Tað er hent hetta seinasta tíggjuáraskeiðið, sum hevur

undirritaði hann festibrævið, og tey bæði, Lükka,

verið merkt av sam­ráð­ingum, royndum at útvega

fluttu út 1. januar 1994.

fígging og kjaki um, hvør besta leið var at ganga til tess at fáa ætlanina so góða sum møguligt.

Avtalað var, at tey skuldu átaka sær hesa stóru upp­ gávu eitt ár í senn, og restin er nútíðarsøga.

Burtursæð frá fáum tíðarskeiðum, har tey ikki vóru í oynni, uml. 2010 og 2015, hava Bjørn og Lükka verið

“Vit fóru beinanveg í holt við landbúnaðarferðavinnu,

fastbúgvandi í Koltri og tikið lut í allari tilgongdini at

og til okkara kom ferðafólk úr øllum heraðshornum.

fremja Koltursætlanina. Tá oyggjarvarðarstarvið so í

Tey sluppu við okkum á seiðaberg, at fleyga lunda og

2014 var lýst leyst, søkti Bjørn Patursson um at sleppa

tóku eisini eina hond í við okkum í arbeiðinum á

at halda fram at taka sær av oynni undir nýggju

garð­in ­ um. Vinnuliga sæð var hetta nýbrot, og mær

skipan­ini, og var tað honum játtað. Tí búgva tey enn

var tað til stóra gleði at sleppa at sýna týskarum ella

í oynni.

bretum siðbundna lívið her í Føroyum; men tað vóru ikki øll her í landinum, sum hildu, at hetta var nakað

“Vit sóu skjótt, hvussu dýrabar oyggin er, bæði tá

at ganga og fjasast við.”

hugsað verður um náttúru og mentanararv, og tí vildu vit eisini vera við í verkætlanini sum longst. Vit

Umframt at røkja festið og taka ímóti ferðafólki, tóku

eru nú í eini skiftistíð, har vit kunnu gera góðan mun

tey táttin upp at halda á við at umvæla og endurbyggja

við hollu vitan okkara um oynna. Tá ið komið er á

gomlu húsini og úthúsini, tí tey sóu, at tað trongdi

mál við ætlanini, fara vit at hugsa um at taka upp

harðliga til og kundi blíva eitt gott aktiv í ferða­vinnu­

annan tátt.”

partinum. Hetta gjørdu tey í samstarvi við myndug­ leikan og arkitektarnar Palle Dyreborg og Poul

Fyrsti partur av Koltursætlanini er fíggjaður av Aage

Jensen, sum frammanundan høvdu holla vitan um

V. Jensens Fonde, men neyðugt verður at finna fígging

búsetingina í oynni. Soleiðis byrjaði henda sonevnda

til íløgur og tað, sum restar í, og til tað virksemi, ið

Koltursætlan, og var náttúruvernd týðandi partur av

verða skal, tá komið er á mál.

32

VIÐMERKING RITSTJÓRANS: Lítil ivi er um, at ferðafólki stendur føroysk náttúra fremst í huga. Men Føroyar eru meiri enn vakurt landslag. Her eru viðbreknar vist­ skip­anir, og her eru plantu- og djóralív og fólk. Tí eigur hvør og ein at bera virðing fyri, hvørt tað er føroyingur ella útlendingur. Ein ætlan sum Kolturs­ætlanin ber framá, og áður enn langt um líður fara vit at hava holla vitan um, hvussu støðan í føroysku náttúruni er. Har­aftur­at fara vit at læra, hvussu frægast er at verja og varðveita náttúruna og mentanar­ar­vin, soleiðis at vit við góðari samvitsku kunnu njóta og nýta heimland okkara.

33


Heima hjá Harriet Olafsdóttur av Gørðum: Har fortíð og nútíð renna saman Harriet Olafsdóttur av Gørðum og maður hennara, John av Gørðum, hava bæði jørð og seyð at røkja – og gistingarhús. Tey bjóða ferða­fólki at uppliva og fáa innlit í føroyska bygdarmentan og eru framúrskarandi umboð fyri føroyskt gestablídni. Vinnuliga sæð eru tey komin rættiliga langt, og tað er samanrenningin millum siðvenju og nýskapan, sum ger munin.

34

35


Harriet Olafsdóttur av Gørðum sigur seg vera íverkseta, bónda og stjóra í lítlu fyritøku teirra. Jú, sanniliga renna fortíð og nútíð saman í Hanusar­stovu. Har á garði­num bjóða hon og maður hennara ferðafólki ból og bita. Hús teirra standa skamt frá sjóvarmálanum í Æðuvík. Tey gera eisini mat til ferðafólk, og at uppliva tað er eins spennandi og at fara út at eta á matstovu. Gistingarhúsið er væl vitjað, og tey sýna fegin fram alt tað, ið á garðinum er. Liggjandi gestir fáa eisini høvi til at taka lut í dagliga arbeiðinum, um tey hava hug. ”Haldi næstan, at vit hava funnið nútíðina í fortíðini. Vit hava tikið uppaftur fornar arbeiðshættir og handverk, men eisini nútímansgjørt bóndalívið,” sigur hon. Sethúsini vóru bygd í 1898 og høvuðsumvæld í 2014, tá ið unga parið flutti inn. Tey varðveittu so nógv, sum til bar, av húsum og úthúsum, men bygdu so eisini upp í sethúsini. Tað bleiv gjørt í minimalistiskum, norðurlendskum stíli, og tað er gistingarhúsið.

Haldi næstan, at vit hava funnið nútíðina í fortíðini. Vit hava tikið uppaftur fornar arbeiðshættir og handverk, men eisini nútímansgjørt bóndalívið.

36

37


SEYÐAVINURIN Tað, sum fyrst fangar eygað í Hanusarstovu, er seyðurin. Ikki bert tí at hann gongur beint uttan fyri vindeyguni og fer so róligur, etandi oman á bakkan, har snipst er niður í kolblátt hav. Við hús sleppur seyðurin upp eftir eini ser­ bygdari rampu, har hann kann standa og gløa inn í gistingarhúsið eftir ferða­ fólki, og so er bara at gløa aftur. Harriet hevur eisini ódeyðiliggjørt seyð sín við at taka óteljandi myndir og gera tær til vøkur postkort, sum vera seld og send um allan heim. Ein heilur veggur í gistingarhúsinum er prýddur við plakatum og postkortum hennara. At seyður er so nógv at síggja bæði úti og inni hjá Harriet, er ikki av ongum, tí djóraverndarsinnað er hon, og tað við lít. Plakatirnar av seyði í vøkrum um­ hvørvi hava stundum fingið fólk at finnast at henni fyri at vera í so romantiserandi, hvat seyðahaldi í Føroyum viðvíkur; men hon himprast ikki

Hevdbundna seyðahaldið í Føroyum er í flestu førum frítíðarítriv. Mong hugsa bara um at fáa kjøtið upp at hanga og hava seyð, tí tað er siðvenja. Eg droymdi altíð um at verða fulltíðar seyðabóndi. 38

við at finnast at umstøðum ella arbeiðsháttum, har dýravælferðin er í vanda. Eitt nú hevur hon talað at, tá ið seyður má klára seg sjálvan í rúma tíð, uttan at nakar hyggur til hansara. “Hevdbundna seyðahaldið í Føroyum er í flestu førum frítíðarítriv. Mong hugsa bara um at fáa kjøtið upp at hanga og hava seyð, tí tað er siðvenja. Eg droymdi altíð um at verða fulltíðar seyðabóndi, og tað eri eg nú. Í høvuðs­ heitum havi eg megnað tað við at nútíðargera og tillaga seyðahaldið og við at fara betur við seyðinum,” sigur hon.

39


VINNULÍVSKONAN Latum okkum lata tað romantiska liggja á hesum sinni, tí Harriet er vinnulívskona av besta slag. Heimalambið Elias hevur vunnið teimum 150.000 kr. hesi síðstu trý árini. Inntøkan kemur partvíst av plakatum og postkortum av Eliasi og annars tí, at Harriet hevur eina heilt serstaka “fostur­ lambsskipan.” Eftir hesi skipan kunnu fólk úti í heimi “ættleiða” ein seyð ella eitt føroyskt ross og gjalda fyri part av tí, tað kostar at hava at hava seyðin/rossið. Djórini verða verandi hjá teimum í Hanusar­stovu, og nýggju eigararnir fáa javnan myndir – eisini livandi myndir – sum sýna, hvat tey havast at um dagarnar, og hvussu tey hava tað. “Skal eg fáa seyðahaldið at bera seg, er neyðugt at leggja alla orku í tað, og tað kostar at hava seyðin. Hann skal hava fóður, heilivág og má røkjast væl. Tað tekur nógva tíð, og ikki hevði verið hugsingur um at fáa tað at mala runt, uttan at endurhugsa røktina, og hvussu vit liva saman við dýrunum,” greiðir hon frá.

VIÐMERKING RITSTJÓRANS: Tað er hugtakandi at síggja, hvussu eld­ sálir endurhugsa føroyska siðvenju og ganga nýggjar leiðir, so at ferðafólk fáa møgu­leika at verða við. Harriet og Hanusar­stova eru lýsandi dømi um, hvussu ferðavinna kann skapa nýggjar møguleikar og fyritøkur, sum bera seg og mennast, samstundis sum fornur lívs­stílur verður varðveittur.

40

41


Veltan: Rørslan, sum hevur sett sær fyri at lívga siðbundna, føroyska kálhagan Stutt lýsing av rørsluni, ið vil hava føroyingar at velta grønmeti og urtir, eins og tey gjørdu fyrr.

Joannes Johannessen

42

43


”Ruskspannir vóru ikki til heima hjá okkum, tá eg var

við tí fyri eyga at fáa føroyingar at velta sítt egna

barn.”

grønmeti.

Hetta barndómsminni hjá Jóannesi Johannessen,

“Fyrr vóru føroyingar mestsum sjálvbjargnir við

bónda í Miðstovu á Sandi, er meira enn eitt minni úr

grønmeti. Ikki var tað tí, at vit høvdu risastórar garðar

farnari tíð. Undir orðum hansara býr fatanin av,

og ídnaðarlandbúnað, men heldur tí, at flestøll

hvussu stórar broytingar eru farnar fram innan

høvdu kálgarð ella kálhaga. Hetta er grundhugsanin

matmentan og -framleiðslu hesar seinastu tríggjar

hjá okkum í Veltuni,” sigur hann og vísir á brúkara­

ættarliðirnar. Eins og pápi sín hevur hann velt

mentanina, ið skolaði inn yvir allan vesturheim í

rættiliga nógv epli til at selja. Hann er sandoy­ingur

1960-árunum. ”Tá tók alt at broytast hasum

og limur í Veltuni, einum felag, sum bøndur, óðals­

viðvíkjandi,” sigur hann.

bøndur, traðarmenn og aðrar eldsálir hava stovnað Her í Føroyum var ídnaðargerð innan landbúnað komin sera stutt á leið fyri ikki so langari tíð síðan. Tá ið fólk fóru at gevast at hava kálgarðar ella kálhagar, varð farið at innflyta mestsum alt grønmeti, og so­ leiðis er enn. Men vantandi ídnaðargerð forðaði ikki fyri, at tey gomlu veltu rættiliga nógv grøn­meti. Undir fyrra veraldarbardaga útfluttu føroyingar meiri av eplum, enn teir innfluttu. Eplaneyð var í Íslandi, tí teir fingu ikki vøru úr útlondum krígsárini. Tá kom eplaútflutningurin úr Føroyum teimum væl við. Øll vita, at Sandoy er landbúnaðaroyggin í Føroyum. Í navninum liggur júst, at har í oynni er nógv sand­ jørð, har sera gott er at velta epli; men eisini onnur sløg av grønmeti vaksa væl har, t.d. kálrabi, gularøtur, leykur, reyðrøtur, rósukál og várleykur. Limir í Veltuni hava reist vindverjur, so grønmetið fær lívd. Tey hava gjørt royndir við at turka grønmeti so mikið, at tað goymist sum best, og mangar aðrar royndir til at vita, hvussu grønmeti fæst at vaksa sum frægast undir okkara harðføru umstøðum. Tey bygdu eisini ein vakstrarhústunnil, 300 fermetrar til støddar, sum hevur roynst væl.

44

45


“Vit kunnu aftur gerast sjálvbjargin við grønmeti, um vilji er til tess, eisini uttan at byggja risastór vakstrarhús. Satt at siga er betri, at vit eru mong, sum fram­leiða grønmeti, um hvør einstakur ikki fram­ leiðir so nógv, tí stór vakstrarhús hóska illa til føroysk viðurskifti. Tað kann tykjast eitt sindur tvørvent, men verða kann, at vit mugu innflyta alt møguligt annað, um farast skal undir stórframleiðslu av grøn­ meti,” greiðir Jóannes Johannessen frá. Tó at enn er langt á mál, tá ið ræður um at vera sjálvbjargin við grønmeti, sæst virksemið hjá Veltuni og øðrum eldsálum aftur í føroyskari matgerðarlist. Spyrt tú Karina Visth, víntænara og matstovuleiðara á KOKS, ROKS og Ræst, kann hon siga frá, at seinastu 10 árini er hent rættiliga nógv innan grønmetis­fram­ leiðslu í Føroyum: “Fyri 10 árum síðan bar næstan ikki til at fáa hendur á føroyskum grønmeti, so annaðhvørt máttu vit strika grønmeti úr matskránni ella flyta tað inn. Nú er nógv

Fyrr vóru føroyingar mestsum sjálvbjargnir við grønmeti. Ikki var tað tí, at vit høvdu risastórar garðar og ídnaðar­ landbúnað, men heldur tí, at flestøll høvdu kálgarð ella kálhaga. Hetta er grundhugsanin hjá okkum í Veltuni. JÓANNES JOHANNESSEN

meiri fjølbroytni í matskráum okkara, samstundis sum allir rættir okkara eru vorðnir enn meira ektaðir, tí føroysk grønmetisframleiðsla er ment so nógv,” sigur hon. verður framleitt meginpartin av árinum. Tað hevði Sambært Karini Visth, sum vaks upp úti á bygd í

verið eitt risastórt stig frameftir at fingið tað at bera

Sveis, verða matstovur og grønmetisframleiðarar at

til, men so mugu fleiri vakstrarhús byggjast. Eg flutti

arbeiða tætt saman, og grønmeti má í mongum førum

higar, tí eg sá stórar møguleikar innan føroyska

bíleggjast so mikið sum eitt ár, áðrenn tað verður latið

matgerðarlist, og hugsaði eg tá serstakliga um fisk og

matstovunum, tí avgrøðin er ikki stór, og summarið

skeljafisk. Nú hendir alt møguligt spennandi innan

er stutt.

grønmetisframleiðslu, og tað gleðir meg at vera part­ ur av menningini,” sigur Karin Visth.

“Øll vita, at tað krevur nógv at fáa flestu sløg av grønmeti at vaksa her, sum føroyska veðurlagið nú

Jóannes Johannessen og Veltan selja longu grønmeti

einaferð er, og stóri trupulleikin er, at lítið og einki

til bestu matstovur í landinum og eru so­statt við til at

46

47


sýna ferðafólki, hvat føroysk matmentan og mat­ gerðar­list hava at bjóða. Nógvir føroyingar keypa eisini grønmeti frá teimum. Tað eru mest eldri fólk, sum vilja halda fast um føroyskar siðvenjur, og ung­ fólk, sum eru tilvitað um at eta stuttfluttan mat. Hann heldur, at vit fara at síggja eina grundleggjandi broyting í hugsanarhátti hesum viðvíkjandi, tó at tað kann taka eitt sindur av tíð. “Nú royna vit at gera Veltuna til eina landsumfatandi rørslu, tí higartil hevur tað í stóran mun snúð seg um Sandoy og nakrar fáar aðrar bygdir. Í royndum okkara at fáa fleiri at framleiða grønmeti royna vit at vekja áhuga millum fólk, sum rógva út og fáast við heimavirki av ymsum slag, men sum ikki fáast við tað fulla tíð. Á tann hátt fáa vit sýnt fram og selt aðrar føroyskar vørur enn grønmeti. Hetta hongur jú alt saman.”

Fyri 10 árum síðan bar næstan ikki til at fáa hendur á føroyskum grønmeti, so annaðhvørt máttu vit strika grønmeti úr matskránni ella flyta tað inn. Nú er nógv meiri fjølbroytni í matskráum okkara. KARIN VISTH

48

49


VIÐMERKING RITSTJÓRANS: HVÍ ER HENDA SØGAN TIKIN VIÐ? Hjá Visit Faroe Islands royna vit alsamt at finna

Tískil snýr nýggja ferðavinnuætlan okkara seg í

nýggjar hættir at skapa arbeiðs­pláss – innan sjálva

stóran mun um at skipa eina landbúnaðar­ferða­

ferðavinnuna eins væl og í samstarvi millum ferða­

vinnu, sum fer at skapa nýggjar vinnu­møgu­leikar

vinnufyritøkur og einstaklingar ella fyritøkur í

og upp­livingar fyri ferðafólk á markamótinum mill­

øðrum vinnum. Vit stremba eftir at styrkja føroysk­

um ferða­vinnu, mat og land­búnað.

ar siðvenjur og vilja meiri enn fegin hava, at felags­ skapir sum Veltan verða partur av átøkum okkara

Vit síggja, at nýggju matstovurnar, sum koma við

og teirri góðu søgu, vit føroyingar hava at siga.

ferðavinnuni, vilja hava stuttfluttar vørur á tallerk­ arnar. Tað er hetta, ferðafólkini vilja hava, og tað er

Heimavelt grønmeti er týðandi partur av føroyskari

her, góðu søgurnar um matin eru. Ferðavinnan økir

mat­gerðarlist og matmentan. Slík framleiðsla er

sostatt eftirspurningin eftir stuttfluttum rávørum,

eisini ein spurningur um ábyrgd, tí best er at flyta

hon skapar grundarlag fyri burðardyggari land­

sum mest av vøru sum stytst, og tað munnu oyggja­

búnaði og einum størri, lokalum vøruúrvali, okkum

búgvar flestir eisini sanna á.

øllum at frama.

50

51


Magni Blástein bygdi nýggja vinnu burtur úr gomlu siðvenjuni, at rógva út Útróður er bæði siðvenja og vinnugrein í Føroyum, og mangir eru teir føroyingar, sum enn rógva út, meiri og minni. Onkur hevur til stuttleika sagt, at ein føroyingur, sum ikki passar seyð í frítíðini, hann fer út at rógva.

52

53


Magni Blástein í Vestmanna er fiskimaður, eins og

á útróðrar­bát sín, Blástein, við honum sum skipara,

pápin; men so fann hann upp á at bjóða ferðafólki við

ið hevur loyvi til at taka 12 fólk. Tað snýr seg nógv um

sær til útróðrar við 20-tonsara sínum og fekk tað at

upplivingina og at vera saman, ja, meiri enn um

bera til.

fiskiskap og veiðinøgd; men sigast skal, at stutt er úr Vestmanna á góðar fiskileiðir, har tú fært skrubbu,

Vestmanna er ein av bestu náttúruhavnum í Føroy­

tungu, reyðsprøku, tosk og hýsu, umframt alt møgu­

um, og haðani slepst bæði norðureftir og suðureftir.

ligt annað gott.

“Pápi mín var fiskimaður alt lívið, og eg fór eisini

“Hetta er heilt annað slag av fiskiskapi enn tann, eg

tann vegin; sum árini gingu, gjørdi eg mær royndir

vaks upp við. Hevdbundin fiskiskapur snýr seg mest

við ymsum skipum. Eg visti einki um tráðu­fiski­skap

um nøgd og prís, men hetta slagið av fiskiskapi snýr

við báti fyrr enn í 1999, tá ið eg tók lut í eini NGO-

seg í stóran mun um góða samveru, og ferðin í sjálvari

verkætlan í Kuba,” sigur hann.

sær hevur eins stóran týdning og fiskiskapurin,” greiðir Magni Blástein frá.

Har fekk hann hugskotið til “Fishing with Blástein”, eina fiskivinnufyritøku, sum bjóðar bólkum umborð

54

55


Hetta er heilt annað slag av fiskiskapi enn tann, eg vaks upp við. Hevdbundin fiskiskapur snýr seg mest um nøgd og prís, men hetta slagið av fiskiskapi snýr seg í stóran mun um góða samveru.

VIÐMERKING RITSTJÓRANS: HVAT FÁA VIT BURTUR ÚR HESARI SØGUNI? Tað ber til at siga, at “Fishing with Blástein” er fjórði

Hjá Visit Faroe Islands vita vit væl, at havið

vinnuvegur hansara á lívsleiðini. Fyrst var hann

uttan um okkum gevur ríkar møgu­­leikar fyri at

fiski­­­­maður, so teldufrøðingur, síðan tók hann BA í

menna ferða­vinn­una á ábyrgdarfullan hátt, og

hugmyndasøgu og kandidatprógv í søgufrøði. Hann

við slíkum virk­semi, sum Magni Blástein

veit alt um heimbygdina, har hann vaks upp, frá

hevur bygt upp, verður trýstið av ferða­vinnu á

elstu søguni til nútíðina.

gerandis­­dagin hjá fólki á landi og nógv vitjað øki tað minni.

Nú fæst hann aftur við fiskiskap, men núverandi virksemi snýr seg eins nógv um íverksetan og ferða­

Magni Blástein er slóðbrótari á hesum øki,

vinnu.

men tað ber væl til at gera annað á havinum enn at fiska. Her hugsa vit t.d. um kajakkróður,

Magni Blástein hevur saman við øðrum havt stóra

seglbátar, jollur o.a.

ávirkan á ferða­vinnuna í Vestmanna. Umframt øll tey mongu ferða­fólk, sum hava fiskað við Blástein,

Til tess at stimbra menningina av hesi grein

hevur hann við virk­semi sínum fingið fleiri hundrað

av ferðavinnu okkara og skapa nýggj­ar

fólk at gista í Vest­manna á hvørjum ári. Hann bjóðar

møguleikar fyri føroyskt vinnu­lív, hava vit í

fólki ból og bita, men mong hava gist aðrastaðni í

hesi nýggju ferða­vinnu­ætlan okkara gjørt av at

bygdini, sum merkir, at eisini onnur fáa inntøkur av

gera eina royndar­­verk­ætlan, sum snýr seg um

virksemi hansara.

júst hav­ferða­vinnu.

56

57


Vit hitta Rannvá Poulsen, ein teirra, ið myndar føroyska ferðavinnu Rannvá Poulsen er verkætlanarleiðari hjá 62°N. Sum ung flutti hon sjálv úr Føroyum, men hon er heimafturkomin og roynir nú at fáa ferðafólk at koma hendan vegin.

58

59


“Tá eg gekk í skúla, hevði eg brennandi útlongsul, men nú er vent í holuni, tí Føroyar eru nógv broyttar í mun til tá, ikki minst takkað veri ferðavinnuni, sum hevur skapað nýggj størv av ymsum slag og givið okkum møguleika fyri einum meira nútíðarbærum lívsstíli. Eg kenni mong, sum eisini fluttu út í heim, men eru komin heim aftur – eins og eg,” sigur Rannvá Poulsen. Hon tók miðnámsprógv í 2008 og gjørdi dreym sín til veruleika. Tá flutti hon til Týsklands fyrst sum au pair og síðani at lesa týskt, enskt og russiskt, men so fór hon at lesa og arbeiddi sum ferðaleiðari, meðan hon var heima í summar­­frí lestrarárini. Eina hálvárið av lesnaðinum var Rannvá eisini í starvs­­læru hjá eini vinnuferðavinnufyritøku í Barcelona. “Eg umhugsaði at verða verandi uttanlands, men fjøllini og havið drógu meg heim aftur. Sum ferðaleiðari kom eg at síggja heimlandið við “gestsins eygum” og sá tá Føroyar úr heilt øðrum sjónarhorni. Tað fekk meg at virðismeta Føroyar meira enn áður, og óivað hevur tað eisini fingið meg til at flyta heim aftur,” sigur hon.

HEIMA AFTUR Rannvá flutti heim 2014, og síðan tað hevur hon arbeitt seg uppeftir innan føroyska ferðavinnu. Fyrst arbeiddi hon sum tænari og barrvørður á hotelli. Haðani fór hon at arbeiða hjá eini ferðaskrivstovu, har hon alt fyri eitt fór í holt við at arbeiða við vinnuferðavinnu, sum var tað, sum hon alla tíðina ætlaði sær.

Tá eg gekk í skúla, hevði eg brennandi útlongsul, men nú er vent í holuni, tí Føroyar eru nógv broyttar í mun til tá.

60

61


Vit eiga ikki at síggja ferðavinnuna sum eitt endamál í sjálvum sær, men heldur at hugsa um, hvussu ferðavinnan kann gagna samfelag okkara.

VIÐMERKING RITSTJÓRANS Í orðaskiftinum um føroyska ferðavinnu verður hon mangan fatað á úrtøkiligan hátt ella sum eitthvørt fyri­brigdi. Havast skal tó í huga, at ferðavinna okkara eisini er ein týðandi vinnugrein, har mangar eldsálir leggja tíð, evni og alla orku í at geva Føroyum so gott umdømi, sum møguligt, og hava tey eisini valt at starvast innan ferðavinnuna til tess at geva ferðafólki góðar upplivingar. Hetta kemur føroyska búskapinum og øllum samfelagnum til gagns. Stundum gloyma fólk hendan veruleika í ferða­vinnu­ ­kjakinum, sum mangan snýr seg um ferðafólkini heldur enn føroyingar.

Nú arbeiðir hon við vinnuferðavinnu fyri aðra fyritøku, 62°N. Hetta er ikki gomul ferðavinnugrein í Føroyum, men menningin gongur skjótt. Ferða­ fólkini, sum her verður hugsað um, eru nógv øðrvísi enn vanlig ferðafólk. Rannvá Poulsen heldur at stórir, ótroyttir møguleikar eru innan hesa ferðavinnugrein, og at her er rúm fyri nýggjum og nýskapandi fyritøkum, sum kunnu bjóða hesum slag av ferðafólki serstakar og spennandi upp­ livingar. Talan er bæði um einstaklingar og bólkar. Eftirspurningurin eftir slíkum tænastum er stórliga vaksin seinastu árini, men tá ið hon leggur til rættis ferðina saman við mongu viðskiftafólkunum hjá 62°N, kundi hon hugsað sær ein væl longri lista við tilboðum at senda teimum. Hon og starvsfelagar hennara á hesum øki eru tilvitað um, at her er nógv at vinna, tí aðrastaðni eru tey komin nógv longri enn vit við slíkum tilboðum. “Vit eiga ikki at síggja ferðavinnuna sum eitt endamál í sjálvum sær, men heldur at hugsa um, hvussu ferðavinnan kann gagna samfelag okkara. T.d. er ferðavinnan grundarlag undir mongu, fínu matstovunum, kaffistovunum og mentanartilboðunum, vit hava fingið seinastu árini, og henda vinna hevur fingið mangar føroyingar at síggja heimland sítt úr øðrum sjónarhorni, sum m.a. sæst aftur í, at føroyingar í stórum tali eru farnir at ferðast innanlands,” sigur Rannvá Poulsen at enda.

62

63


Vit støkka inn á gólvið í Steinprenti Steinprent er føroyska orðið fyri “litografi”, og tað er eisini navnið á verkstovu og framsýningarhøli, sum danski litografurin Jan Andersson og føroyska listakvinnan Fríða Matras Brekku standa fyri. Steinprent flutti til Føroya í 1999, og har hittast mong listafólk og eldsálir úr Føroyum og útlondum.

Jan Andersson, eigari og litografur 64

65


Friða Matras Brekku, listafólk

Eigarin og litografurin Jan Andersson vil helst ikki hava, at fólk síggja Stein­ prent sum ein stovn. Men um hugsað verður um teir listaligu úrmælingar úr Norðurlondum og Evropa annars, sum hava skapað stór listaverk niðri í Steinprenti, er ikki av leið at nýta tað orðið. Herfyri arbeiddi sjálvur Bjørn Nørgaard har. Tað sigur ikki einki, at Steinprent hevur verið til í fjórðingsøld. Virksemið var fyrst í høli Listasavns Føroya og síðani í leigaðum hølum í hugna­liga, gamla virkisbygninginum á Skálatrøð. “Føroyingar hava ans fyri at varðveita og stuðla mentan og list, ja, tað er ikki mangastaðni, tú finnur nakað tilsvarandi, serstakliga tá hugsað verður um, hvussu fáment tjóðin er. Tað er hugtakandi at uppliva, hvussu livandi áhugin fyri list er millum fólk,” sigur Jan Andersson, sum flutti til Føroya í 1999.

Útvið helvtin av søluni hjá okkum stavar frá útlendskum ferðafólki. So tað ber til at siga, at ferðavinnan hevur avgerandi týdning fyri virksemið á Steinprenti. JAN ANDERSSON

66

67


Føroyingar hava ans fyri at varðveita og stuðla mentan og list, ja, tað er ikki mangastaðni. JAN ANDERSSON

Sambært Jan Andersson leita alt fleiri føroyingar sær oman í Steinprent. Helst hava mong hildið, at Steinprent bara er verkstova, og vistu ikki, at Stein­prent eisini er alment framsýningarhøli. Listaliga skapanin í Steinprenti er úrslit av góðum samstarvi millum Jan Andersson og dugnaligar samstarvsfelagar, sum eru sannir listahandverkarar, og vitjandi listafólkini. Fyrst teknar listafólkið verk sítt á kálkstein, sum er serliga ætlaður til steinprent, og so verða nøkur fá, serstøk, áritað, tal­merkt listaverk prentað.

VIÐMERKING RITSTJÓRANS: Jan Andersson og listahandverkararnir, sum har starvast, eiga æruna av, at Stein­prent hevur hepnast so væl. Tey hava fram­­úr evni til at skilja tey listafólk, sum koma til teirra at skapa síni verk. Nevnast skal eisini, at Steinprent ber vitni um ta støðu, list hevur í Føroyum, og hvussu stóra virðing føroyingar bera fyri mentan og list. Steinprent er sanni­ liga vert at vitja, og har kunnu ferðafólk fáa eina greiða fatan av hesum sterka listaliga og mentanar­liga áhuga millum føroyingar.

68

69


Ferðavinnan í Bø Júst sum Atlantsflog dansar í skýnum, tá tað nærkast okkara heimlandi yvir Sørvágsfjørð, sæst helst stórbærasta sýnið í Føroyum, Tindhólmur, Gáshólmur og Drangarnir. Síðani ljóðar sjarmerandi tónin í flogfarinum, ”Góðu ferðafólk, vælkomin heim”, til føroyingar eins og forvitin ferðafólk. Hetta er fyrsta møtið við lítlu bygdina, Bøur, har ferðafólk kenna seg sum heima.

70

71


BØUR – BYGDIN SUM BJÓÐAR GESTUNUM HJARTALIGA "VÆLKOMNUM". Har savnast nýhugsandi fólk, ein royndarmynd av einum blómandi samstarvi millum tey, ið búgva her, í samvinnu við náttúruna, siðvenjuna og ferða­ vinnuna. Í hesum lítla bygdarlagi hava vit sæð eina fram­gongd seinastu árini, eitt nú við spírandi og fjøltáttaðari vinnu og útboði, m.a. veitingar­støð, báts­ ferðir, stuttfluttar matvørur, land­búnað og gistingar­ hús. Hesi hava á hvør sín hátt sæð møguleikar í vaksandi ferðavinnuni og kunnu gagn­nýta hesar á

Tað er týdningarmikið, at tað eru fólk á staðnum, sum reka ferðavinnu í tøttum samstarvi við nærumhvørvið, tað ger, at bygdarfólkini hava ein jaligan hugburð, og at vit lurta eftir teimum, tá okkurt er minni gott, og síðani gera tillagingar. JENNY, FJÓSIÐ

egnan hátt, við týdningarmiklum stuðli og samstarvi frá íbúgvum.

72

73


Eg hevði kunnað bygt fleiri smáttur aftrat, men hjá mær býður tað eitt sindur ímóti, tí so missi eg sambandið við gestirnar, og staðið missir sína sjarmu – heldur fáa góðskuna upp og møguliga bjóðað fleiri tænastur, eitt nú at bindikonur úr bygdini binda troyggjur eftir bílegging, ella at gestirnir kunnu taka sær epli upp úr veltuni og egg úr høsnarhúsinum.

Tað er sera áhugavert at skilja og kenna, hvussu ferða­­vinnan kann vera við til at savna eina bygd sum Bøur. Ein teirra, vit fingu orð á, er Tróndur Niclasen, ið saman við familjuni í 2017 fór undir at byggja fýra smátt­ur at leiga út sum gistingarhús. Hesar eru í dag eyð­­kendar og eru aloftast bókaðar eitt ár framman­ undan. Eitt nú sigur Tróndur: “Tá eg fór í holt við hetta, so vóru tað tríggjar fortreytir: 1. at tað skuldi vera í føroyskum stíli í tráð við náttúruna. 2. at eigaraskapur skuldi vera í familjuni. 3. at øll í bygdini skuldu siga tummil upp fyri verkætlanini.”

TRÓNDUR, THE VIEW

74

75


Tað ger ferðavinnuna eitt sindur fátækari, um vit ikki hava hesi lokalu plássini, har ein líka kann koma inn og fáa sær ein bita. HELGA, PAKKHÚSIÐ Í BØ

Eisini fingu vit prát við Jenny Guttesen, sum nýliga hevur sett á stovn veitingarstaðið, Fjósið, ið er ætlað til veitslur, fundir og annað virksemi. Helga Norden­ dal, sum í mong ár hevur veitt tænastur í søguliga Pakkhúsinum í Bø, og at enda oddamannin handan “A view 2 Sea”, Eystein í Løðu, sum ger serstakar túrar við báti fyri ferðafólk. Tað er eyðsæð, at skal ferðavinnan hava eina jaliga ávirkan á bygdina, so mugu tillagingar gerast í samstarvi við ferðavinnu­ veitarar. Eitt nú hava bygdarfólkini gjørt av at heita á ferðafólk at seta bilarnar á parkeringsøkið og ganga í bygdini og njóta bygdina og friðin heldur enn at koyra ígjøgnum bygdina. Tey hava eisini sett seg í samband við ferðavinnu­veitarar og sagt, at tey ikki vilja hava bussvitjanir sunnudagar.

76

77


Tað sær gott út við gongdini á ferðavinnuni, og ein kann tí verða jaligur ... tað er óivað nokk til øll, tað snýr seg bert um at vera kreativur. EYSTEIN, BLUEGATE / A VIEW 2 SEA

78

79


At marknaðarføra Føroyar Ein av yvirskipaðu uppgávunum hjá Visit

Marknaðarføringin hevur síðstu árini havt fokus á at

ar miðlar til Føroya, so tey kunnu skriva greinar um

leingja árstíðina og selja Føroyar sum ferðamál alt

Føroyar sum ferðamál, har stórur dentur eisini verð­

árið. Endamálið er at tryggja, at allir partar av ferða­

ur lagdur á matstovur, list, sniðgeving, tón­leik og

vinnuni kunnu vera virknir alt árið, og harvið tryggja

aðra mentan.

støðug arbeiðspláss. Hetta verður m.a. gjørt við at menna vinnuferðavinnu við ráðstevnum, fundum og

Harumframt hevur Visit Faroe Islands tey síðstu

mentanarligum tiltøkum, sum oftast liggja uttan fyri

árini havt í miðal eitt stórt átak, sum hevur til enda­

háárstíð.

máls at skapa umrøðu um Føroyar í útlendskum miðl­­um. Sheep View, Faroe Islands Translate og

MARKNAÐIR

Remote tourism eru dømi um nøkur av hesum átøkum.

Visit Faroe Islands hevur síðstu nógvu árini arbeitt við at marknaðarføra Føroyar á nøkrum fáum útvald­

INSTAGRAM

um marknaðum. Vit hava fyrst og fremst rað­fest teir

Á sama hátt verður arbeitt við at fáa myndafólk at

marknaðir, sum liggja tætt við, har vit kunnu ganga

koma at taka myndir til Instagram-pallin hjá Visit

út frá, at kunnleikin til Føroyar er lutfalsliga størstur,

Faroe Islands. Eisini her verður arbeitt við at fáa

og tað harvið er lættast at fáa fleiri ferðafólk skjótt.

myndafólk, sum duga at siga søgur um okkum, sum

Tey síðstu árini hevur burðardygd eisini verið ein

bú­leikast her, umframt um okkara stórbæru náttúru.

Faroe Islands er at marknaðarføra Føroyar

grundgeving fyri at raðfesta marknaðir, sum eru tætt

sum ferðamál á altjóða marknaðum.

við Føroyar, soleiðis at ferðafólk ikki skulu ferðast alt

Instagram hevur nevniliga víst seg at vera ein sera

ov langt fyri at koma til Føroya. Teir marknaðir, sum

góður máti at fáa myndir av Føroyum út í heim, og

hava verið rað­festir, eru Norður­lond, Stóra Bret­land,

tann pallurin hevur verið brúktur nógv seinastu

Týsk­land, Frakland og USA. Onnur lond í Evropa,

árini. Eisini á instagram verður roynt at eggja ferða­

sum vit eisini arbeiða í, eru Italia, Holland og Spania.

fólkum at bera seg skilvíst at, tá tey eru í Føroyum, ikki at fara ov langt út á tromir, at ganga eftir upp­

MÁLBÓLKAR

merktum gøtum o.s.fr.

Umframt at velja ávísar marknaðir at arbeiða á, so er marknaðarføringin eisini málrættað móti ávísum

ÚTLIT

mál­bólkum. Endamálið er at røkka fólkum, sum

Hóast ein kundi trúð tí, so selur Føroyar ikki seg

veru­­­­liga vilja koma til Føroyar, og sum eru áhugað í

sjálvt. Kappingin á altjóða ferðamarknaðinum er

tí, sum vit hava at bjóða. Tað kann vera alt – upp­

sera hørð og er harafturat eisini munandi herd

livingar í náttúruni, gongutúrar, fiski- og sigli­túrar,

seinastu árini eftir korona. Vit hava í løtuni ikki tann

kajakkróður, róðrarbátar, kaving o.s.fr. og eisini at

vøkstur sum londini rundanum okkum hava.

læra okkum, sum búgva her, betur at kenna. Heima­ blídni og HOYMA-konsertir eru góðir møgu­leikar hjá

Ferðafólkini sum vitja um okkara leiðir, leita eftir

okkara gestum at hitta fólk, sum búgva her. Umframt

náttúru, frískari luft, friði og mentanarupplivingum.

fantastiska náttúru, so kunnu Føroyar bjóða alt frá

Hetta kunnu nógv onnur lond eisini bjóða teimum.

gistingar­húsum við 4 stjørnum, mat­stov­­um, sum eru

Skulu vit eisini framhaldandi standa okkum í

nevndar í Michelin guide’ini, til list, tónleik og snið­

kappingini, er tað av størsta týdningi, at Føroyar

geving á altjóða støði og møguleikan at fara heim til

eisini framyvir eru sjónligar á ferðamarknaðinum,

fólk at eta og lurta eftir tónleiki.

við effektivari marknaðarføring. Eisini er tað sera týdningarmikið at gestirnir fáa eina góða uppliving í

PR

Føroyum, so at teir kunnu vera við til at breiða

Visit Faroe Islands keypir ikki lýsingar í altjóða bløð­

kunnleikan um Føroyar sum ferðamál.

um. Í staðin verður arbeitt miðvíst við at fáa útlendsk­ 80

81


Føroyar eru UN

Tá Visit Faroe Islands fekk nýtt brand í 2013, tað, sum

Í sambandi við arbeiðið at orða nýggja ferða­vinnu­

verður kallað un-brandið, var útgangsstøðið aftur­

strategi fyri Føroyar sum ferðamál er brandið dagført.

meldingar frá yvir 5.000 ferðafólkum, sum vóru biðin

Litir og stavsnið hava flutt brandið fram til 2023, og

um at lýsa Føroyar. Tað sást skjótt, at besti mátin hjá

væntanin er, at dagføringin fer at gera, at brandið

teimum at lýsa Føroyar var at seta ‘un’ framman fyri

kann brúkast nógvu næstu árini.

orðini. Við orðunum “Unspoiled, Unexplored, Unbe­ lievable” og við einum “un” frammanfyri í lykilorð­

Kanningar, sum eru gjørdar av ferðafólkum, vísa, at

um í lýsingartekstum verður markerað, at Føroyar er

okkara gestir taka undir við brandinum, og at tey eru

nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. Harvið skilur

samd í, at Føroyar kunnu marknaðarførast sum

ferðamálið Føroyar seg frá teimum “størri og betri."

‘Unspoiled, Unexplored and Unbelievable’. Enda­

Føroyar eru serstakar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll

málið er, at okkara gestir halda fram við at taka undir

onnur.

við hesum boðskapinum.

Endamálið við brandinum er at sameina ferða­vinn­

Brandið er samstundis eitt lyfti til komandi ættarlið

una í ein felags boðskap, soleiðis at Føroyar sum ferða­

um, at vit vilja menna Føroyar sum ferðamál, so tær

fólkaland standa sterkari og blíva meira sjónligar.

blíva við at vera Unspoiled, Unexplored and Unbe­ lievable.

Nature

Please leave our home

Unchanged Ready for the next visitor

82

Unharmed

Please return our home like you found it

83


Útflutningsvirði

Partur av útflutningi

900

6%

mió. kr. í 2022

í 2022

einmansfyritøkum til fyritøkur við fleiri hundrað starvsfólkum.

Bruttovirðisøking

Ársverk

Útyvir teir hundraðtals veitarar, ið eru í ferðavinnuni, fáa túsundtals

347

646

mió. kr. í 2022

í 2022

Fakta um ferðavinnuna Ferðavinnan hevur veitarar runt alt landið og støddin er alt frá

føroyingar harafturat partvísa inntøku frá ferðavinnuni, gjøgnum stutttíðarútleiðan, ferðaleiðing, heimablídni o.a.

Umsetningur

Gotland

Áland

1.886.019

Bornholm

1.355.539

84

Orknoyggjar

960.000

Føroyar

800.000

1M

110.000

mió. kr. í 2022

2M

400.000

900

Talið av ferðafólkum í 2022

Ísland

85


Ein ábyrgdarfull ferðavinna Visit Faroe Islands ásannar, at ferðavinnan hevur ávirkan á samfelagið, menniskjuni og náttúruna, vit virka í. Stór mál kunnu bert náast, um vinna og myndugleikar samstarva. Og tískil vilja vit hava gjøgnumskygni í okkara virk­

Arbeitt verður bæði eftir stutttíðar- og langtíðar­mál­

semi. Vit vilja eggja til burðardygga menning og

um. Vit miða eftir at arbeiða í samsvar við hesi níggju

vøkstur tó uttan, at tað natúrliga tilfeingið versnar

ST-heimsmál.

fyri komandi ættarlið.

Náttúra og Umhvørvi

Náttúra og Umhvørvi

Náttúra og Umhvørvi

Lívið á landi

Reint vatn og reinføri

Veðurlagsátøk

VIT VILJA:

VIT VILJA:

VIT VILJA:

• varðveita vátlendi og verja lívfrøðiliga margfeldið. • steðga avmerging av náttúru og oyðimarkarlendi. Hetta gera vit við virkið at fara inn í verkætlanina hjá Tjóðsavninum, stuðla henni og bjóða hana fram sum ein møguleika hjá ferðafólkum at gera okkurt gott fyri samfelagið. Eisini vilja vit bjóða vátlendisøkir fram til Closed For Maintenance-átakið.

• skapa virðing fyri reinum vatni í Føroyum. Vit styðja upp undir eina virðiliga nýtslu av vatni og arbeiða fyri, at ferðavinnan ikki verður ein bági í sambandi við vatnnýtslu. • at ferðavinnan er við til at tálma vatnnýtsluni, og at spillvatn verður rætt viðfarið og í mest møguligan mun fer í sirkulerar rakstrarskipanir. Hetta verður m.a. gjørt við, at kranar, brúsur og ves nýta so lítið vatn sum gjørligt. • at øll ferðafólk ókeypis kunnu fylla sína egnu vatnfløsku á frámerktum støðum. Vit nýta kranavatn til øll okkara tiltøk og fundir.

• styðja upp undir tann veðurlags­ politikk, sum Føroyar og alheims­ samfelagið hava sett sær fyri.

Menniskju og Margfeldi

Menniskju og Margfeldi

Menniskju og Margfeldi

Dygdargóð útbúgving

Javnstøða millum kyn

Minni ójavni

VIT VILJA:

VIT VILJA:

VIT VILJA:

• arbeiða fyri dygdargóðum útbúgvingum og hava eina vinnu, sum bjóðar lívslanga læring. • hækka førleikastøðið í okkara vinnu, bæði hjá ungum og eldri, so tey hava dagførdar og relevantar førleikar og útbúgvingar. Eisini vilja vit, at øll skulu hava møguleika til at vera við í førleikamenningini, soleiðis at munurin verður minni millum menn, kvinnur, aldursbólkar, fólk við serlig­um tørvi, etniskan uppruna o.s.fr. • samstarva við Ferðavinnufelag og útbúgvingarstovnar um heiðurs­ merkir, starvslærupláss og annað, sum kann styðja upp undir áhugan fyri dygdargóðari útbúgving. Vit fara áhaldandi at hava skeið um burðar­ dygd.

Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn

• arbeiða fyri javnstøðu millum kyn. Tá ið vit hava ráðstevnur, fundir og tiltøk, hava vit altíð fyrilit fyri javnari kynsumboðan.

Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn

• arbeiða fyri at minka um ójavna millum lond. Vit vilja skapa karmar, soleiðis at munur ikki verður gjørdur á fólki. Serliga vilja vit arbeiða fyri, at minnilutabólkar kenna seg hoyra til í okkara vinnu og samfelag. Vit vilja, at útlendsk arbeiðsmegi í okkara vinnu fær eins góð kor og føroysk arbeiðs­ megi.

Nýmenning innan Vinnulív og Stjórn

Sømiligt arbeiði og búskaparligur vøkstur

Burðardyggir býir og bygdir

Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

VIT VILJA:

VIT VILJA:

VIT VILJA:

• at ferðavinnan hevur ein árligan búskaparvøkstur, at ferðavinnan hevur eina góða virðisøking og styðjar upp undir íverksetan. Við hesum fer ferða­vinnan at breiðka um virksemið í Føroyum og at skapa fleiri áhugaverd størv. • at ferðavinnufyritøkur í Føroyum hava føroyskan ognarskap. • hava líka løn fyri sama arbeiði uttan mun til kyn, etniskan uppruna og serligan tørv, og at ein størri partur av arbeiðsstyrkini er ung millum 15 og 24 ár, soleiðis at ferðavinnan verður dragandi fyri hendan aldursbólk. • sjálv fáa eina umhvørvisgóðkenning og krevja av partnarum og veitarum innan fyri eina freist, at tey eisini hava tað og/ella ein burðardyggan politikk.

• styrkja nýtsluna av almennum flutningini og burðardyggari ferðslu við at gera tað lættari at brúka almenna samferðslukervið í Føroyum. • at øll skulu hava atgongd til náttúruna, og at býir, bygdir og náttúra fevnir um øll, eisini fólk við rørslutarni. • at gestir skulu hava atgongd til súkklur og annan burðardyggan flutning, eins og atgongd til løðistøðir til el-bilar.

• hava eina burðardygga og effektiva nýtslu av okkara náttúruríkidømi. • minka um matoyðsl. • minka um nýtsluna av evnafrøðiligum evnum í okkara burturkasti. • skilja burturkast eftir leiðbeining, soleiðis at so lítið sum gjørligt verður brent og mest møguligt verður endurnýtt. Vit hava ein innkeyps­ politikk. Vit hava ein burðardyggan politikk.

Vit keypa lokalar vørur fyrst. Vit ráðgeva gestum um upplivingar, eisini um upplivingarnar, sum ikki vanliga eru eftirspurdar.

86

87


Ferðavinnu­ landslagið Ferðafólk skapa eftirspurning eftir vørum og tænast­um frá nógvum ymiskum veitarum í Føroyum. Her síggjast nakrir av høvuðsveitarunum. Harum­framt gevur ferðavinnan eisini umsetning hjá øðrum vinn­um í Føroyum, so sum byggivinnu, rávøru­veitar­um, heilsølum, eins og nógvum

Prýðislutir

øðrum tænastuveitingum.

Sniðgeving Flogvøllur

Bilaleiga

Útferðir

Tinganestsøla Kaffihús Hýruvognar Søvn

Túrveitarar

Heimablídni Bussar

Upplivingarveitarar 88

Ferjur

Kunningarstovur

List

Bensinstøðir

Gávulutir

Havnir

Klæðir

Matstovur Ferðaleiðarar

Flogfeløg Fundar- og veitsluhøli Havnaumboðsfólk Gistingarhús Matvøruhandlar

Summarhús Kamping

Visit Faroe Islands Reiðarí Ferðasmiðir

Barrir

Vallaraheim

Ból og biti Onnur mentan Tónleikur

89



Visit Faroe Islands Gongin 9 100 Tórshavn

Tlf. 666 555 info@visitfaroeislands.com www.visitfaroeislands.com


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.