Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Connecticut (enskt: State of Connecticut) er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingspartinum av Sambandsríkinum Amerika.
Her búgva umleið 3,5 mió. fólk. Connecticut er eitt av minstu stakríkunum í USA og tað næstminsta í Nýonglandi. Einans Rhode Island er minni.
Høvuðsstaðurin í Connecticut kallast Hartford og størsti býurin er Bridgeport. Eyknevni er Stjórnarskipansstaturin (enskt: Constitution State).
Umleið 1640 komu fyrstu niðursetufólkini til landslutin Connecticut. Hetta vóru fólk, sum vóru flutt úr Bretlandi til USA fyri at finna eitt stað, har tey kundu stovnseta og byggja upp eitt reint kristið samfelag. Í 1788 bleiv Connecticut lutstatur í USA. Í dag búgva 3,4 mió. fólk í Connecticut og átrúnaðarliga myndin er sera sprøklut. Connecticut er eisini eitt av ríkastu stakríkum í USA.[1]
Connecticut er eitt lítið stakríki á eysturstrondini í Ný Onglandi við Atlantshav. Tað hevur mark við Massachusetts í norðri, við Rhode Island í eystri, og við New York í vestri. Í suðri liggur Atlantshavið. Connecticut er eitt av minstu londunum í USA, men har búgva umleið 3,5 mió. fólk. Montana er til dømis meiri enn 10 ferðir so stór sum Connecticut, men har búgva færri fólk (uml. 1 mió.). Fólkatættleikin á 285/km2 er hægri enn í flestu amerikonsku statunum. Tann stóra áin Connecticutá sker stakríkið í tvíningar. Størsta vatnið í Connecticut er í Litchfield- og Fairfield County. Tað verður nevnt Candlewood Lake. Størsti havnabýur er Bridgeport á eysturstrondini við Atlantshav. Hartford er høvuðsstaður og aðrir stórir býir eru New Haven, Stamford, Waterbury, Norwalk, Danbury, New Britain, Greenwich og Bristol. Samlaða støddin er 14,357 km2. Víddin er næstan tann sama sum hjá Montenegro (13,812 km2). Mount Frissell er hægsta fjall í statinum - 725 m.
Teir 10 størstu býirnir í Connecticut eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:
-
Hægsta punktið (725 m) í Connecticut er á suðursíðuni á fjallinum Mount Frissell, sum liggur í útnyrðingshorni av stakríkinum.
-
Vatnið
Lake Mcdonough, sum liggur í ein útnyrðing av høvuðsstaðinum
Hartford.
-
Tinghúsið í
Hartford, Connecticut.
-
-
-
Havnabýurin
Bridgeport er størsti býur í Connecticut.
-
New Haven er næststørsti býur.
-
Matarhøllin hjá Yale Law School í New Haven.
-
Viti í New Haven
Wikimedia Commons logo
- ↑ US slips down development index, bbc.co.uk, 22. juli 2008