Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Lýðveldið Kuvait (arabiskt; دولة الكويت ella Dawlat al-Kuwayt) er eitt lítið land í Miðeystri. Høvuðsstaður er Kuwait City, og londinum hevur umleið 3,5 millionar íbúgvar. Í vestri hevur Kuvait mark við Saudi-Arabia, í norðri við Irak, og í suðri er Persaflógvi.
Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Kuveit, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Kuvait.[1]
Í 1990 tók Irak Kuvait. Innrásin var atvold til Flógvakríggið, tá ið altjóða herlið við USA á odda róku irakar norður um aftur markið.
Stórar oljukeldur hava gjørt Kuvait ovurríkt, og oljuídnaður er høvuðsvinna. Áðrenn olja varð funnin har í 1940-árunum, var landið fátækt og lítið framkomið. Men stóri oljuútflutningurin hevur gjørt tað til eitt av ríkastu londum í heiminum. Ovurstóra ríkidømið í Kuvait sæst aftur í til dømis dýrum bilum og stórsligum byggingum sum vatntornunum í høvuðsstaðnum.
Irakska innrásin var sonn vanlukka fyri Kuvait. Tá ið irakar tóku seg aftur, settu teir eld á nógvar oljubrunnar, og hetta fekk álvarsligar avleiðingar fyri alt har um vegir og búskap landsins. Nógv olja rann í havið, og fuglur og sjódýr doyði. Nógv spreingievni og óbrostnar minur lógu eftir í oyðimørkini. Enn er ikki liðugt at rudda upp eftir flógvakríggið.
Lívskorini eru góð; fólkið rindar ikki skatt, og skúlagongd, sjúkraviðgerð og mangar aðrar samfelagsveitingar eru ókeypis.
Kuvait er innast í Persaflógva. Landið er lítið, og meginparturin er oyðimørk.
- ↑ "Archive copy". http://malrad.fo/page.php?Id=53&l=fo&s22=Kuvait. Heintað 2018-01-11.
Wikimedia Commons logo