Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
1923 (MCMXXIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mánadegi.
- 4. apríl - Filmverksmiðjan Warner Bros. verður stovnað í USA.
- 12. apríl - WOSM, World Organisation of the Scout Movement, fær sítt fyrsta altjóða skótasentur, Kandersteg, í Sveis.
- 18. juni - Gosfjallið Etna goysir í Italia og hevur við sær at 60.000 verða heimleys.
- 10. juli - Stórheglingur hevur við sær, at 23 lata lív av kavasteinum í núverandi Russlandi, táverandi Sovjetsamveldinum.
- 13. juli - Heimskenda Hollywood skiltið kemur upp at standa. Teksturin á skiltinum sigur Hollywoodland, og eftir ætlan skal skiltið bert standa uppi í 18 mánaðir. Núverandi Hollywood skiltið við tekstinum Hollywood er frá 1978, tá fyrra skiltið varð útskift.
- 2. august - Amerikanski forsetin Warren G. Harding doyr av hjartaslagi. Varaforsetin Calvin Coolidge tekur yvir embæti forseta.
- 1. september - Jarðskjálvti rakar Japan, og verður roknað við at 142.807 fólk hava lata lív. Ein japonsk rannsókn í 2005 staðfestir at 105.000 lótu lív.
- 7. september - Interpol, International Criminal Police Commission, verður sett á stovn.
- 18. - 26. september - Amerikanskir dagblaðsprentarir fara í verkfall.
- 13. oktober - Ankara verður høvuðstaður Turkalands. Fyrrverandi høvuðstaður var Konstantinopel.
- 16. oktober - Roy og Walt Disney stovna Walt Disney Company.
- 29. oktober - Turkaland verður ein republik, tá Ottoman Keisaradømið fellur.
- 1. november - Finska flogfelagið, Finnair, verður stovnað.
- 12. desember - Ein byrging í italsku ánni Po gevur seg, og hevur við sær at 600 lata lív.